Eg vil hava eina broyting.

Spurningur: Ey, eg eri ein genta, og eg eri 14 ára gomul. Tá ið eg var lítil, drakk pápi mín orduliga nógv, hann var og er heldur ikki alcoholikari, men hann drakk minst 2-3 ferðir um vikuna. Mamma drakk eisini, men slett ikki líka nógv. Tað var kanska sindur sum stocholmssyndromi. Hon drakk for nógv, men av tí at pápi mín drakk meira, var hon “the good guy”. Ein dagin, fyri uml 3 árðum síðani hendi nakad. Vit fongu vitjan av vinfólki hjá teimum, og um kvøldi bleiv tað eitt sindur ógvusligt. Eg var farin at leggja meg, men eg hoyrdi og sá at tey klárt vóri øgiliga ávirkaði. Næsta dagin vaknaði eg, og hevði tað fínt. (Tað skal líka sigast at eg so at siga ikki hevði nakað ímóti at tey drukku, tað var líka sum bara hvat eg helt var vanligt.) Men ja, eg sá at mamma var nokkso kedd. Hon bæð meg seta meg niður, og so segði hon “tað er um babba” Tað fyrsta eg segði var “fara tit frá hvørjum ørðum”… tad sigur kanska eitt sindur, altso at eg visti at tað sikkurt var tað. Men so segði hon at tað var nakað annad. Babba og hansara vinmaður vóru farin upp at diskotera, og so gekk tað bara ned af bakke harfrá. Har var farin harligur harskapur uppí, og politidi var komin. Mamma og babba blivu skild, eg fór til sálarfrøðing(hatadi tad) og babba fór til avvenjingar. Babba endaði við at skula 2 á í mjørkadal… so eg havi ein pápa, sum hevur verið í fongsil… Nú til tað sum fyllir øgiliga nógv hjá mær fyri tíðina. Eg havi altíð verið elska, og ONGANTÍÐ hava tey gjørt mær ilt ella naka, íhvørfall ikki physist. Mamma mín drekkur nokkso nógv nú, og eg havi tosað við hana, men hennara svar var “eg skal royna at lata vera”… pápi mín drekkur ikki serliga nógv longur, tó meiri enn hvat foreldruni hjá vinfólkunum hjá mær gera, men eg veit at pápi mín roykjur øgiligia nógv… hash. Ja… Eg elski tey virkuliga av øllum mínum hjarta, men eg eri so súr inná at tey ikki hugsa um hvussu eg havi tað við øllum hesum… Hvat skal eg gera?

Góða 14-ára gamla genta,

Fyrst vil eg leggja dent á hvussu djørv tú ert, tá tú skrivar til brævkassan á hendan hátt, og biður um hjálp. Tað ljóðar sum, at tú hevur upplivað nøkur ting, sum eru sera trupul hjá einum tannáringi at bera. 

Tú nevnir, at foreldrini hjá tær eru ikki alkoholikarar, og tað er fínt. Tað virkar tó sum, at tey hava eina rúsnýtslu (hash og rúsdrekka), sum ger tað trupult at vera barn heima hjá tykkum. Vit hjá “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya, arbeiða út frá, at um rúsnýtslan hjá foreldrunum ger, at børnini og familjan sum heild fáa tað ringt av tí, og føla, at tað er ein trupulleiki – jamen, so er tað ein trupulleiki. Óansæð, um foreldrið kann sigast at vera alkoholikari/rúsmisnýtari, ella ikki. 

Faktiskt eru tað fleiri børn og ung, sum ikki dáma orðið “alkoholikari”. Tey siga ofta, at tá ljóðar tað sum, at tað er tað einasta sum mamma ella babba eru – men vit vita, at mamma og babba sum oftast eru so nógv meira enn tað. Tey kunnu hava rústrupulleikar, men eisini vera fitt og deilig, tá tey eru edrú. 

Ígjøgnum tilboðið hjá okkum, tosa vit við sera nógv børn og ung hvønn dag, sum vaksa upp á sama hátt sum tú. Tey ganga í bólk hjá okkum, har tey møta øðrum í sama aldri, sum eisini hava foreldur sum drekka ella nýta rúsevnir so mikið, at børnini halda tað verða keðiligt og strævið. Hesi fortelja millum annað, at tey verða órólig, tá foreldrini eru ávirkaði, tí atferðin hjá foreldrunum broytist. Hjá nógvum er tað líkamikið, um foreldrini blíva meira glað/roksut, ella tey blíva meira ill og rópa, ella bara sovna á sofuni, tá tey eru ávirkaði. Tað, sum er óbehagiligt er, foreldrini broytast, og at tey kenna ikki foreldrini aftur – tey eru ikki, sum tey eiga at vera, og tað følist ótrygt. 

Summi føla, at tey mugu taka ábyrgd fyri, at foreldrini ikki fáa skaða, tá tey eru ávirkaði. Summi taka ábyrgd fyri at kanna, um stearinljós og komfýrur eru sløkt, tí tey vita ikki, um foreldrini minnast til tað. Onnur taka ábyrgd fyri yngri systkjum, og royna at verja tey. Nógv mugu fara til ommu/abba ella onkran annan í familjuni at vitja, tá foreldrini eru ávirkaði, tí foreldrini ikki kunnu ansa nóg væl eftir teimum. Hesi siga so eisini, at tá eru tey stúrin um síni foreldur, og eru bangin fyri hvat kann henda, tá tey ikki eru har at ansa eftir. Kennir tú kanska okkurt av hesum aftur?

Tað, sum hesi børnini og ungu eisini ofta hava til felags er, at tey hopa og halda, at har er okkurt, sum tey kunnu siga ella gera, fyri at fáa foreldrini at gevast við at drekka ella t.d. roykja hash. Trupulleikin við tí er bara, at har er onki, sum man sum barn/tannáringur/ungur kann gera fyri at fáa tey at steðga. Tað kunnu bara foreldrini sjálvi. Orsøkin til tað er, at tá man er farin at nýta rúsdrekka/rúsevnir á tann hátt, sum tú greiðir frá, so er man blivin bundin av tí. Hetta merkir, at tað krevur professionella hjálp fyri at koma burturúr tí. Sum barn/tannáringur, kann hetta vera sera ringt at skilja. Vit hoyra m.a. ofta spurningarnar “hví kann mamma/babba ikki bara steðga?”, “elska tey meg ikki nóg nógv til at gevast við at drekka?” og “um eg nú bara uppføri meg ordiliga pent, og hjálpi ordiliga væl til heima, so mamma og babba ikki verða so troytt, munnu tey so ikki fara at gevast við at drekka?”. Men sannleikin er tann, at soleiðis hongur tað ikki saman. Mamma og babba kunnu gott elska teg sera høgt, uttan at klára at steðga rúsnýtsluni av sær sjálvum. 

So hugsar tú kanska: “Um eg ikki kann fáa tey at steðga, hvat kann eg so gera fyri at fáa tað betur?”. Tað, sum tú kanst gera, er at finna ein vaksnan, sum tú hevur álit á, og fortelja viðkomandi hvussu tað er heima hjá tykkum. Tað er sera týdningarmikið, at tú ikki stendur einsamøll við øllum hesum, sum tú greiðir frá. Um tú sigur einum vaksnum frá, so hevur tann vaksni ábyrgd fyri at tú fært hjálp. Tann vaksni kann kanska eisini tosa við tíni foreldur, og kanska hjálpa teimum at síggja, hvussu stórur trupulleikin er, og møguliga hjálpa teimum í viðgerð, um tey vilja tað sjálvi. 

“Øll hava rætt til góð barnaár” hevur eitt kjatt, sum man sum barn og ungur kann skriva til, um rúsur er ein trupulleiki heima. Kjattið er dulnevnt, so vit vita ikki hvør ella hvar í landinum tú ert. Her kanst tú m.a. skriva, tá tú hevur tað trupult, ella hevur tørv á at tosa við onkran. Á kjattinum sita starvsfólk og svara. Hesi eru m.a. sálarfrøðingar, námsfrøðingar og familjuráðgevar, sum dagliga arbeiða við børnum og ungum, sum hava tað júst sum tú. Kjattið finnur tú á heimasíðuni www.blakross.fo. 

Tú hevur eisini møguleika fyri, at koma inn til eitt prát við okkum á “Øll hava rætt til góð barnaár”, har vit kunnu hoyra eitt sindur meira um tína støðu, og greiða tær frá okkara tilboðum. Á hendan hátt hevði tú fingið møguleika fyri at komið í bólk ella til samrøður hjá okkum. Bólkar og samrøður krevja tó samtykki frá øðrum av foreldrum tínum. Fyri at koma til eina innleiðandi samrøðu hjá okkum, kanst tú skriva til okkum á barnaar@blakross.fo ella ringja á tlf.nr. 77 07 09. 

Eg vóni, at tú hevur onkran, sum tú kanst venda tær til við hesum. Eg ynski tær alt tað besta, og vil bara siga, at tú ert ikki einsamøll. Vit eru beint her, um tú fært tørv á okkum. 

Vh,

Fyribyrgingardeildin “Øll hava rætt til góð barnaár”,

Blái Krossur Føroya.