Pápi mín brúkar harðskap

Spurningur: Hey, eg eri ein 14 ára gomul genta. Eg og pápi mín høvdu eitt gott forhold fyrr, men hann tók ofta harligt í armin hjá mær tí eg ikki vildi eta mín døðgura, meðan mamma mín segði einki. Ikki so langt síðan klandraðust eg og mín eldri beiggji um onkran mat. Pápi mín bleyv svakur og tók fast í mín arm. Eg visti at hann fór at hála meg til mítt kamar. Hann tók so fast at eg datt og hann hálaði meg eftir gólvinum. Mamma mín sá alt, men segði einki. Tá ið hann hevði kort hurðina aftur skríggjaði hann í mítt andlit og hótti við at sláa meg, meðan eg reageraði ikki. Eg kundi ikki steðga við at gráta og eg ristist tí eg var so bangin. Aftaná tað hugsaði eg um hettar í vikur. Hann sigur altíð at eg havi anger issues. Eg havi prøva at tosa við mammu mína og hon hevði tosa við pápa mín men tey flenna bara eftir tí. Eg bleyv irritera og segði við mammu mína “ heldur tú at pápar ganga og hótta at sláa døttranar hjá teimun” og hon segði einki. Eg følið bara at eg ongantíð fari at stóla uppá hann aftur.

Góða Genta

Fyrst av øllum vilja vit takka fyri títt bræv.

Vit kunnu gera tað greitt beinanvegin. Tað er undir ongum umstøðum loyvið at brúka harðskap, hvørki sálarligan ella kropsligan.
Sum eg skilji, so skrivar tú, at pápi tín heldur at tú hevur trupulleikar við tínum sinnalagið, men hetta rættvísgerð ikki hansara gerðir, men fær meg samstundis til at hugsa júst hetta um hann.
Tú ert í einum aldri, har tín kroppur fer ígjøgnum nógvar broytingar, ikki bert útsjóndin á kroppinum, men eisini heilin fer ígjøgnum broytingar. Hetta ger at ein broytist í sinnið, og kann reagera annarleiðis enn frammanundan. Vit kalla tað eisini tannáringar, ella Teenager. Foreldur tíni eiga at vita, at tú fer ígjøgnum nógvar broytingar, og skulu gera alt fyri at rúma hesum, og at hjálpa tær.

Tað kann verða eitt sindur torført at koma við heilt greiðum ráðum til slíkar støður, tí at tað er neyðugt at spyrja eitt sindur nærri um hesar ymisku upplivingarnar áðrenn. Tí vilja vit fegin heita á teg um at ringja til okkara anonymu telefonráðgeving, á 116 111.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin