Eg vil vera tann eg eigi at vera

Spurningur: Eg var fødd sum drongur, men veruleikin er tann, at eg tími ikki at vera ein drongur, oman alt á hesi jørð vil eg vera ein genta, ein kvinna. Psykologar í Føroyum kenna slett ikki til sovorðitt og eingin leggur í trupulleikarnar hjá mær, tí teir kunnu ikki síggjast. Babba sigur at tað sum “sovorðin fólk” gera er at oyðileggja kroppin og tey eru ein byrði á onnur. Eg vil ikki missa foreldrini hjá mær, men eg vil ikki liva ein lygn longur, hvussu fanin skal eg gera?

Góða tú

Takk fyri brævið. Tað ljóðar, at tað er hart at vera tú.

Um tú ert vís í, at tú identifiserar teg sum eitt annað kyn enn tað, tú ert fødd sum og at tú ikki vilt liva við hesi lygn longur, verður tú noydd at tosa við foreldrini hjá tær. Tey fara kanska at verða skelkaði og kedd, tí tað allar helst kemur óvæntað á tey, men ongin veit hvat hendir aftaná.

Kanska tú kanst fáa onkran at hjálpa tær at tosa við tey, soleiðis at tú ert vís í, at tað verður sagt greitt og á ein ordiligan hátt. Hevur tú onkran sum tú hevur hevur álit á og sum kann stuðla tær? Kanska okkurt vinfólk, eina mostur, abba, lærara ella okkurt líknandi. Um tú ikki kann koma í tankar um nakran, so er mentorskipanin kanska nakað fyri teg. Les meir um tað her: MENTOR

Eisini er gott um tú gert tær tankar um hvussu tú vilt hava tingini at vera framyvir, soleiðis at foreldrini hjá tær kunnu fyrihalda seg til hetta. Spyr teg sjálva: Vilt tú framvegis kallast títt dreingjanavn? vilt tú hava fólk siga hann ella hon? ynskir tú at skifta kyn kropsliga? o.s.fr. Spurningarnir vera allar helst nógvir frá foreldrunum hjá tær við tíðini og tú mást vera klár at svara og hjálpa teimum at skilja tína støðu.

Tað eru fleiri, sum hava tað sum tú og hjálpur at deila og seta orð á tað við onnur.
Til ber at tú setur teg í samband við tín kommunulækna og fortelur hvussu tú hevur og kennir tað, at vera í ‘feil’ kroppi. Tá vil kommunulæknin nokk ávísa teg til psykolog. Tað eru psykologar í Føroyum, sum kenna til og arbeiða við ungum sum kenna seg tvørkynd.
Tað er ein longri prosess at skifta kyn og týðandi er, at ein er sjálvur sálarliga og kropsliga við í allari prosessini. Tí er gott at tú hevur onkran tú ert trygg við og kann seta orð á, hvussu tú hevur tað, soleiðis at tú ikki ert einsamøll í hesum.”

Tann langa prosessin er , at ein skal kannast sálarliga áðrenn ein fær góðkent kynsbýti. Her í FO skal ein ávísast til psykiatriska depilin til innleiðandi útgreining áðrenn ein verður ávístur til Ríkissjúkrahúsið í dk til endaliga útgreining. Hetta fyri at kannað fráveru av sálarligari líðing/sjúku. Tá skal ein vera 18 ár.
Eisini ber til at seta seg í samband við LGBT, har eru fólk sum kunnu vera góð at tosa við.

Bestu eydnu,

Tú & Eg Ráðgevingin