Orgasma

Spurningur: Hey eg eri ein 15 ára gamal drongur, eg havi altíð kunna havt eina orgasmu og sperm er altíð komi út, men nú komi eg men einki kemur út, hvat kann hetta verda?

Góði tú

Takk fyri brævið.

Tá ið tú er vanur við at sáð altíð er komi út og tað nú brádliga ikki ger tað, so skilja vit væl at tú hugsar nógv um hetta. Tað er faktiskt vanligt hjá summum monnum og dreingjum at uppliva tað sama sum tú. Hetta kunnu tað vera fleiri orsøkir til.

Tað kann vera av sálarligum ella fysiskum orsøkum. Tað kann vera at tú er troyttur, ósikkur, strongdur, hevur presentatiónsangist, angist, hevur onkra sjúku sum tú veit um ella okkurt medisin tú tekur.

Men, síðan at tú skrivar at tað vanliga kemur sáð út, men knappliga ikki ger tað. So kundi tað eisini veri fysiskar ársøkir. Ein orsøk kann vera: Tað tekur eina løtu hjá kroppinum at framleiða nýtt sá, eftir at ein hevur fingið orgasmu og útloysing. So um ein “kemur” fleiri ferð sama dag, so kann tað gott henda at lítið ella einki kemur út, tá ið ein kemur.

Eitt annað dømi kundi veri: “retrograd udløsning”. Tvs. at sáðið fer aftur í bløðruna hjá tær og tú pissar tað út, í so fall er landið hjá tær óklárt og mjólkut, fyrstu ferð tú pissar eftir tú er komin.

Vit meta tí at tað er skilabest at tú fyrst og fremst fer til læknan og fær tað kanna. Skriva ella ring endiliga aftur um tú hevur tørv á at tosa meira.

Vinaliga,

Tú & Eg Ráðgevingin