Troyt at hugsa um sama drong allatið

Spurningur: Hey :). Eg havi haft følisir fyri hendan dreingin í langa tíð nú. Eg kann ikki steðga við at hugsa um hann, líka mikið hvat og sjálvt um eg royni. Hann sigur at hann hevur okkurt fyri mær, men tað virkar ikki sum at tað er so, tí hann sendur blandað signal. Hann kann hava hart orðalag við hvørt, og eg eri mega sensetiv so eg kan bliva kedd av tí. Men hann sendur eisni viðhvørt hjarta emojis. Føli bara meg so ljóta rundan um hann og at hann kann bara fara til eina og hvørja gentu, men tað ger hann ikki. Hann hevur fortalt mær at hann ikki skrivar við aðrar gentur, men havi ringt við at trúgva tí, tí eg føli sum hann kann scora allar gentur í Føroyum tí hann sær mega gott út. Hjálp?

Hey tú 🙂

Takk fyri brævið.

Tað er ikki altíð lí­ka lætt, tá ið ein er forelskaður. Man kann skjótt ivast – ivast um seg sjálvan og tann sum man er forelskaður í­.
Tað er flott at tú tosar um tí­nar kenslur og spyr spurningar, tá ið tú ivast.
Tú skrivar, at hann sigur við teg, at hann hevur okkurt fyri tær, og at hann sendur tær hjarta emojis. Men tú skrivar eisini at hann kann hava eitt hart orðalag viðhvørt, og at tú følir teg ljóta og ótrygga saman við honum. Eg hugsi hvat hann tá sigur við teg?
Vit kunnu vísa kærleika og kenslur á ymsan hátt. Summi eru meira følin og varin, meðan onnur eru meira beint fram. Tað kann gott vera torført at vita, tá ið tað eru kenslur og ymisk signal uppá spæl.

Vit vilja fegin fortelja tær. Tá ið man er í­ tínum aldri eru tað nógv sum føla seg minni vakran og ótryggan við ymiskt. Hetta kemst av, at vit broytast so nógv tá ið vit eru tannáringar. Kanska kann tað hjálpa tær, at hugsa, at hann kanska eisini er ósikkur um seg sjálvan, Eins og mong onnur í tíykkara aldri. Hetta ger ikki tí­nar trupulleikar minni, men kanska tað kann hjálpa tær at hugsa um tað soleiðis?

Vit vóna at tú kundi brúka svari frá okkum.

Alt tað besta

Tú & Eg Ráðgevingin