Astma og coronavirus

Spurningur: Hey er eg havi haft astma alt livið. Havi verði innløgd onkuntíð, men haldi at alt er undir kontroll nu. Nu er coronavirusi Komi, og man hoyrir allatíð um fólk i vandabólki, og eg yvist i um eg eri ein av teimum. Mamma og Babba duga ikki at svara mær, og øll svørini a netinum eru ymisk, og eg veit ikki hvat eg skal trúgva.

Góða Genta, 15 ár

Takk fyri tín fyrispurning.

Tá ein hevur astma, er umráðandi at verða eyka fyrivarin. Tú mást gjarna fara út at spáka, ganga túr, men bert saman við tínum húsfólkið, tað vil siga, teimum tú býrt saman við, ikki vinum og øðrum.

Um tú kennir ein hvønn mun í tíni heilsustøðu, er umráðandi at tú setir teg í samband við kommunulæknan ella at ringja 1870. Hetta fyri at fáa røttu hjálpina beinan vegin.

Tað er sera umráðandi at vit øll fylgja øllum tilmælum, tí um vit sjálvi ikki gerast sjúk, so kunnu vit bera sjúkuna víðari til onnur.

Hevur tú fleiri spurningar, ert tú vælkomin at ringja ella skriva aftur.

Vinaliga

Tú & Eg Ráðgevingin