dugi ikki at forklara.

Spurningur: Eg eri forelska i mínari bestu vinkonu, og eg haldi ikki at hon er til gentur, men eg kann uttan mun hvat ikki royna eftir henni, tí at hennara besti dreingja vinur er eisini forelskaður i henni, og hann er ein góður vinmaður hjá mær, og eg vil ikki missa hann. Hon veit at eg dámi hana og tað er i ordan sigur hon. Eg havi dama hana i 3 mánaðir, og eg vil vera meir enn bara vinir við hana. Eg eri bara bangin fyri at hon og hennara besti vinmaður finna saman, og so skal eg ganga runt og síggja tey, og alt møguligt.

Góða Genta

Stóra tøkk fyri títt bræv. Tá ein er ungur eru tað nógvar kenslur sum birtast í kroppinum, og vit leita runt og royna at finna fram til hvat okkum dámar best.
Sum vit skilja teg, so heldur tú tær aftur, tíð at tú metir at tú missir tín dreingja-vinmann, sum eisini er forelskaður í henni, um tú roynir at finna saman við tíni vinkonu. Tú sigur, at hon veit at tú dámar hana, og hon sigur at tað er í ordan. Veit hon at tú ert forelskað í henni, ella bert dámar hana? Tað kann verða ymiskt hvussu vit skilja tað, tá vit dáma ein, ella eru forelska í einum persóni. Tað er altíð gott at verða so greið sum møguligt tá vit tosa um okkara kenslur, so vit ikki misskilja hvønn annan.
Um tit eru góð vinfólk, og hava lætt við at tosa saman, so hevði tað verið eitt gott hugskot at tosa saman um hetta. Tú kanst kanska spyrja tína vinkonu hvat hon hevur hug til?