Sjeik

Spurningur: Eg havi sjeik og eg eri mega forelskað i honum, men eg havi ikki loyvi at hava sjeik fyrr enn eg eri 15, og eg veit ikki um eg skal siga tað við tey, ella halda tað hemmiligt, tí mær dámar ikki at lúgva fyri teimum men eg vil ikki hava at tey skulu døma meg og siga at eg eri for ung og at eg ikki kann vera saman við honum.

(Seint svar. Við umbering)

Góða Genta

Takk fyri títt bræv.
Tú ert ikki ov ung til at hava sjeik. Ein kann gott hava sjeik ella damu í ungum aldri, men eg ímyndi mær at tú hugsar um aldurin tá man hevur loyvið at verða kynsligt saman. Ein skal verða 15 ár fyri at verða kynsligt saman við einum, og bæði skulu vera við uppá tað. Tað vil siga at bæði skulu vilja hetta og siga ja til hetta.
So sigur, at tú veit ikki um tú skalt siga tað við tey, ella lúgva fyri teimum. Eg rokni við at tú her tosar um tíni foreldur. Tað er altíð gott og við viðmæla altíð at ein tosa við síni foreldur um so nógv sum møguligt. Á henda hátt kunnu tey best møguligt hjálpa og stuðla tær. Tey vilja tær bara tað besta, so gott hevði verið um tit kundu tosa saman um hesi viðurskifti.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin