Eg klári ikki pápa mín longur

Spurningur: Eg havi ein pápa sum flutti frá mær í 2 og 1/2 ár, og so kom hann aftur, og eg klári hann ikki, hann kennir meg ikki, tað er so strævið at vera heima, eg havi runni vekk ofta, eg vil gjarna hava eitt gott lív, men tað er so strævið at vera heima, at eg vil doyggja, eg orki ikki at koma heim, og ikki føla kærleika, og bara gráta og alt tey gera er at siga stegga við at gráta, har er ongin grund! og babba høtti meg einaferð við at hølva meg av, eg havi aldrin veri so bangin, eg føli meg ikki elskaða, ella gleðan, men at líka væl royni eg at gera tey glað. hvat skal eg gera?

Góða Tú

Takk fyri brævið, tað er umráðandi, at vit fáa hjálpt tær.

Tú skrivar, at pápi tín fór frá tær og er nú komin aftur. Soleiðis sum tú lýsir kenslurnar hjá tær, bendir alt á, at tú hevur mist álitið á pápa tín. Eg skilji væl, at tú heldur, at tað er torført at vera heima saman við honum.

Tú skrivar, at tú er rýmd heimanífrá fleiri ferðir, tú skrivar eisini at “tey siga at tú skal steðga við at gráta”. So vit hugsa, at tú hevur roynt at tosa við mammu tína, síðan at tú skrivar “tey”? Hvussu hava tú og mamma tín tað? hevði tað veri møguligt at tosa meira við hana? Tú kann eisini tosa við onkran annan vaksnan. Hevur tú onkran? t.d. ein abba, eina mostur, ein lærara ella eitt foreldur hjá onkrum vinfólki, sum tú kanst tosa við?

Nú vita vit ikki, hvar tú býrt, men allar kommunur hava eina ráðgeving, sum tú eisini kanst ringja til. Hesir ráðgevar arbeiða undir barnaverndini. Tú kanst altíð royna at tosa við tey. Tey eru von við at hjálpa børnum, sum ikki trívast heima. http://www.bvs.fo/barnaverndartaenasturnar

Tað er flott, at tú hevur skriva til okkara, tað kann verða byrjanin til, at tú fert at fáa tað betur.

Um tú heldur, at tað er ringt at tosa við onkran um hetta, so kanst tú vísa teimum brævið, sum tú hevur skriva til okkara.

Vit vilja fegin hoyra aftur frá tær. Tú kann ringja á tlf. 116 111, vit síggja ikki hvør tú ert og tú avgerð sjálv, hvat vit tosa um og hvat tú ynskir skal henda.

Vit vóna at tú tosar við onkran ella ringir til okkara.

Alt tað besta,

Tú & Eg Ráðgevingin