Eg eri bangin

Spurningur: Eg eri bangin fyri Babba tí eg klári meg ikki so gott í royndum, og hann verður mega óður og lovar mær ikki at ferðast, fylgjast við vinum og lovar mær bara ikki at vera eg um eg ikki klári meg gott. Eg og systrarnar fáa altíð sjeld o.s.v. Og vit hata tað og eru eitt sindur bangnar fyri honum, men nú kemur spurningurin. Hvat skal eg gera tí mamma fer til Danmarkar og eg skal vera skjálv heima við honum.

Góða tú

Stóra takk fyri títt bræv.
Flest øll uppliva vit, at foreldur okkara av og á blíva eitt sindur ó. Tey eru eisini heilt vanlig menniskju, so hava nógv um oyrini, samstundis sum tey ynskja børnunum tað allar besta.
Tað er eingin loyva, at tað kann verða møðsamt at gera skúlating. og at man heldur vil gera okkurt annað, enn skúlating. Tá hugsa flest vaksin, at tað er umráðandi at fáa hetta frá hondini fyrst, og síðani tað ein hevur hug at gera. Børn og ung vilja oftast gera tað sum er stuttligt og hugnaligt her og nú, har foreldur ofta hugsa at gera tað sum skal gerast fyrst, síðani at hugna sær.
Tá ið børn ikki fylgja ráðum/boðum frá foreldrum kann tað henda at tey tykjast óð. Tó er tað oftast altíð ein grund til at tey gerast og, og henda grundin er ikki altíð barnið. Tað kann verða okkurt heilt annað. Tað kann verða okkurt á arbeiðsplássinum, ella tað kann verða ein samrøða við hitt foreldrið.
Tað er ikki óvanligt at foreldur siga við børn, at um tú ikki gert hetta, so sleppur tú ikki hatta. Tað er ikki tí at tey eru ónd, men vita ikki í tí støðuni hvussu tey betri skulu fáa barnið til at gera tað tað eigur at gera.
Um tú kennir, at tú ikki ert so stinn til royndir, so er umráðandi at tosa við foreldrini hjá tær um hetta, og sjálvsagt eisini við læraran. Tað er ikki óhoyrt, at fleiri hava tað torført við royndum, hóast tey vanligt klára seg ókey.
Tú skrivar at tú ert bangin fyri pápa tínum. Tað er væl skilligt at tú ert tað. Tá foreldur vísa at tey eru ond, so skapar tað ein ótryggleika hjá okkum, tí tey eru ikki sum tey vanliga eru. Soleiðis er tað við fleiri øðrum støðum eisini. Um foreldur smakka sær á, so eru tey annarleiðis, og hetta skapar ein ótryggleika, sum síðani er við til at gera børn bangin.
Um tú ert sera ørkymla um støðuna, nú mamma tín ert burturstødd, so eigur tú at siga hetta greitt við mammu tína, so tit saman kunnu finna uppá ráð. Eitt kundi verið, at tú og systrarnar fara til ommu og abba, ella ein annan persón í familjuni, meðan mamman er burturstødd.
Nú var títt bræv eitt sindur stutt, so vit kenna ikki til heildarmyndina, men um støðan er álvarslig, so eigur tú at tosa álvarsamt við mammu tína um hetta.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin