Mamma kom inn

Spurningur: Eg fleygaði mær ein dagin og so kom mamma inn hon sáð at eg hugdi eftir porn e bleiv bangin hvat skal eg gera?

Hey

Eg kann ímynda mær, at tú upplivdi at hatta var ein nokkso óheppin støða at koma í, tá mamma tín kom inn, men tú hevur einki at vera bangin fyri.

Eg vænti at mamma tín kanska eisini helt at tað var eitt sindur óheppið, men at hon alíkavæl hevur tikið tað við einum smíli. Foreldur vita at børn í tínum aldri læra sín kropp at kenna, td. við at merkja eftir hvat kennist gott og hvat kennist minni gott.

Um tú hevur hug til at práta við mammu tína um hendingina, so kanst tú siga við hana, at tú hevur hug at práta um tað. Tað er ofta gott at vera opin við síni foreldur, og at práta um ymiskt, men um tú í hesari støðuni heldur at tað er betur ikki at tosa meira um tað, so hevði eg eisini hildið at tað var í ordan.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin