Arga á netinum

Spurningur: Hey eg eri ein genta eg eri 13 ár eg blivi ofta arga a netinum fleiri kallað meg hora á eini app har man ikki sær hvør tað er sum skrivar. Eg royni at látast sum um at eg ikki leggji nakað í tað men tað er rættiliga ringt. Eg gráti ofta um kvøldi tí at orðini fara ikki úr høvdinum. eg tími ikki at siga nakað við míni foreldur ella nakran vaksnan um tað tí at tey skilja ikki hvussu eg havi tað. vónandi kunnu tit hjálpa mær :)

Góða tú

Tað harmar meg at tú er blivin happað. Nógv fólk uppliva at blíva happaði, og happing er altíð keðilig. Serliga kann eg ímynda mær at tað kann vera svárt, tá tú upplivir at blíva happað av onkrum sum tú ikki veist hvør tað er.

Tú sigur at tú ikki vilt fortelja tað fyri tínum foreldrum ella ørðum vaksnum at tú upplivir at vera happað, og at tað ávirkar teg. Eg vil kortini viðmæla tær at tosa við onkran vaksnan um hetta. Finn onkran sum tú hevur álit á, kanska tíni foreldur ella onkran heilt annan. Tað er ikki í ordan at blíva happað, og tað er ikki í ordan at gráta seg í svøvn um kvøldarnar, tí skal tað steðgast, og tú skalt fáa hjálp til at fáa tað steðga. Um tú heldur at tað hevði hjálpt, so kanst tú kanska eisini finna eina vinkonu, sum kann stuðla tær í at tosa við onkran vaksnan. 

Vaksin rundan um teg vilja uttan iva hjálpa tær í hesari støðuni, og tey skilja sikkurt eisini meira enn tú heldur um hvussu tað er at blíva happaður. Vaksin hava eisini einaferð verið børn/ung 🙂

Vónandi fært tú hjálp skjótt, soleiðis at tú ikki upplivir at blíva happað, og at tú aftur fert glað í song um kvøldarnar.

Tú ert sjálvandi altíð vælkomin at skriva ella ringja til okkara aftur 🙂

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin