Troytt

Spurningur: Eg veit ikki hvat eg skal gera, tí at eg haldi at vit ganga í skúla nógv for leingi og eg orki ikki at vera í skula. Eg HATI skúlan. Man skal tiðliga upp og so skal man eisini vera har leingi og gera okkurt sum eg ikki tími. Eg klári ikki at bliva við at fara upp so tiðliga og tað gevur heldur onga meining, tí at tá eg eri so móð sum eg altiíð eri um morgnarnar so læri eg onki og eg trúgvi ikki at tað er bara eg sum havi tað so. Tað kemur inn gjøgnum eitt oyra og út aftur hinvegin. Og nú fari eg sikkurt at bara fáa at vita at eg kann prøva at fara í song tíðliga men tað nyttar onki, tí eg eri enn altíð móð. Og eg síggi ikki ordiliga meiningina við skúlanum, tí at tú gongur í skúla fyri at kunna fáa arbeiði men næstan øll grenja um sítt arbeiði tí at tey ikki tíma tað ella ikki orka tað. Og eftirsum at tað er lóg at ganga í skúla kann man ikki sleppa undan tí. Og tá vit fáa frí so seint so hevur man ikki tið til at gera nakað annað í fritiðini, tí at um man gongur til okkurt so má man beint hartil aftaná skúlatið og so heim at gera skúlating og tá er eingin tíð eftir til at gera okkurt annað, tí at man má í song tí man skal upp aftur tíðliga dagin eftir. Eg veit bara ikki hvat eg skal gera.

Góða genta

Takk fyri eitt greitt og gott bræv.
Tú skrivar at tú ert troytt av skúlanum, og eftir øllum tí sum tú greiður frá, so dugi eg væl at ímynda mær, at tú ert troytt.
Tú tosar um, at tey sum arbeiða eisini grenja um sítt arbeiði, so hví ganga í skúla fyri at fáa eitt arbeiði. Eini lítið góð ráð eru, at um ein er íðin í skúlanum, og vísur ágrýtni, so er møguleikin munandi størri at fáa júst tað arbeiði ein kundi ynskt sær. Tey sum fáa tað arbeiði tey ynsktu sær, tey grenja ikki líka illa um sítt arbeiði. Nøkur kalla tað dreymastarv. Eitt dreymastarv er ikki tað sama hjá øllum. Hjá onkrum er tað út at sigla, hjá onkrum at verða løgreglufólk, hjá onkrum lækni og so framvegis.
Nú ert tú kanska eitt sindur ung til at taka støðu júst til hvat arbeiði tú ynskir tá tú gert vaksin, men tó so er tað umráðandi at vísa ágrýtni og áhuga nógvum ymiskum, so hevur tú sjálv lættari við at finna júst tað tú kundi hugsa tær seinni.
Tú skrivar at tú altíð ert so troytt, og at tað ongantíð eru stundir til nakað. Nú veit eg ikki hvat tú tekst við eftir skúlatíð, men sum tú sjálv so skilagott greiður frá, at ein má ganga í skúla, tú stað sigur lógin. Tú vilja míni ráð verða, at raðfesta tingini. Tað skal verða tíð til hugna og spæl, umframt skúla og skúlating. Hjá nógvum børnum og ungum er støðan tann, at tey vilja so nógv, tey vilja royna so nógv, men tað ber ikki altíð til. Tað er heilsugott, og sosialt stimbrandi at verða nógv saman við øðrum og røra seg, men tað má verða við máta. Hugsa um, ikki at hava alt ov nóg um at verða. Frítíðarítriv og/ella ítróttur hvønn dag eftir skúlatíð er ikki altíð tað allar besta. Tað er umráðandi at hvíla og finna róð, so ein fær hugsavna seg til skúla, men eisini so at ein hevur orku til at hugna sær við hinum tingunum ein ynskir at gera.
Og sum tú eisini nevndi, góðan svøvn og góðan mat. Tú ert í einum aldri har kroppur og sinn er í stórari menning og hevur tørv á hvíld og orku.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin