(Seint svar. Við umbering)
Góða Genta
Takk fyri títt bræv. Sum vit skilja teg, so ynskir tú at gerast góð við pápa tín aftur. Nú vita vit ikki hví hann flutti til Havnar, men nokk var tað ein ávís grund til hetta. Av og á mugu tey vaksnu gera ymiskt, tí tað er neyðugt, og ikki fyri at ríma frá tær. Nú vita vit ikki, men tað kundi bent á, at hann fór til havnar at læra seg eitt hvørt, tí tað tekur ofta 3 ár. Um hetta er støðan, so hevur hann gjørt nakað gott. Hann hevur tá gjørt eina íløgu, so kostaði nógv fyri teg, og hann, men hetta er nakað sum tit kunnu tæna gott av.
Hvat skalt tú gera fyri at gerast góð við hann? Spyr hann um tit kunnu gera okkurt saman. Fara ein túr, spæla okkurt. Finn okkurt sum tú tímir, og brúka tíð saman við pápa tínum til hetta. Tað ljóðar sum tit hava tørv á at finna saman aftur.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin