Kærleiki

Spurningur: Hey eg dámi ein drong ordeliga nógv, altso tad er ekstremt! Eg byrjadi at dama hann tá iđ eg var á veg heim í bussinum… ogso gekk hann inn, also hann og vinirnir, og hann setur seg beint yvir æv meg, ogso føli eg akkurat sum um onkud hyggur eftir mær, so eg vendi meg viđ og siggi at tad er hann sum hyggur, og sidani ta klaradi eg ikki at hyggja vekk, men so gekk ein tid, og eg vildi fortelja mina vinkonu um hann, so sigur min vinkona hvussu eitur hann.. so eg fortelji hana hansara navn, og hvat Sigur hon….? Akkurat tad sum eg var bangin Fyri ” hann hevur dámi” og nu føli eg meg sum ein idiot.. heat skal eg gera?
Góða genta,
bara rólig, tú ert púra normal og tú skalt als ikki føla teg sum ein “idiot”, sum tú orðar teg. Tú skrivar, at tú ert 13 ár, tað vil nokk siga, at tú er væl á veg inn í tannárini. Tað er sera vanligt, at kenslurnar flúgva víða og høgt, tá ein gerst tannáringur. Tað skal ofta lítið til áðrenn ein verður forelskaður og ofta gongur líka skjótt hinvegin aftur.
At tær dámar ein drong, sum hevur damu, er onki gali við. Sjálvandi skalt tú virða, at hann hevur eina damu, men tað er alt ílagi, at tær eisini dámar hann – vit avgera ikki altíð hvønn vit dáma og ikki.
Tú skrivar, at tær dámar hann “ekstremt væl”, oftani kunnu kenslurnar følast so ógvusligar og fylla so nógv, at tær ikki rúmast inni í okkum. Kanska tað er eitt hugskot, at tosa við tína vinkonu um kenslurnar? Tað hjálpir onkuntíð upp á støðuna, at bara tosa við onkran, sum tú stólar upp á, um tað tú følir.
– hvør veit, kanska hon eisini følir upp á sama máta um onkran annan drong og kann fortelja tær um tað?
Um tú ikki fekk svar upp á spurning, ert tú vælkomin at skriva aftur ella ringja dulnevnd á tlf. 116 111.
Vinarliga,
Tú og Eg Ráðgevingin