Fortnite

Spurningur: Hey, eg eri ein drongur ið bara spælur Fortnite. Eg klári ikki at steðga. Hvussu skal eg gera.

Góði drongur

Fyrst av øll vilja vit takka fyri títt bræv.

Við spølum, eins og nógvum øðrum kann ein gerast tengdur. Tað vil siga at tað er torført at steðga.
Tað kann verða at tú hevur tørv á hjálp við at steðga, og tá er gott at tosa við foreldrini um hetta. Tá ið ein skal leggja av, ella steðga við onkrum, so kann tað verða eitt gott hugskot at gera okkurt annað í staðin. Lesa eina bók ella blað, íðka onkran ítrótt, ganga túr, ella vitja vinir. Tað vil siga, at finna okkurt annað at gera. Eitt gott hugskot er at finna eitt áhugavert evni, og so læra seg meira um akkurát hetta evni, við at læna bøkur ella lesa á netinum um hetta, og kanska tosa við læraran um at taka hetta upp sum eitt tema í onkrum tíma.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin