Alt møguligt;)

Spurningur: Fyri tađ fyrsta, so eri eg bangin fyri at senda ein spurning inn her, tí at tit kanska kunnu “tracka” meg niđur of.fr. Fyri tađ næsta onaneri eg kanska 1 fer um dagin og eg vil vita um tað hevur avleiđingar. Fyri tađ triđa vil eg vita um tađ er lógligt/farligt at fáa blowjob frá einari gentu. Allir vinirnir hjá mær hava fingi tađ men eg havi ikki hvat skal eg gera?

Góði tú

Fyrst av øllum vilja vit takka fyri títt bræv.
Vit hava ongan møguleika at finna fram til hvør tú ert, so har er eingin vandi.
Tað er sera ymiskt hvussu nógv ein onanerar. Onkur hvønn dag, onkur fleiri ferðir um dagin, nøkur eina ferð um vikuna og so framvegis. Tað at onanera er eisini við til at ein lærir sín kropp at kenna. Tað hevur sum so ongar avleiðingar. Um ein onanerar ofta, so kann tað henda at tað verður tómt fyri sáð, men hetta er ikki vandamikið. Kroppurin framleiðir sáð alla tíðina, so um ein steðgar við at onanera í eina tíð, so kann man uppliva at undirbuksurnar eru vátar onkran morgun tá ið man vaknar, tí tá var so mikið av sáð í kroppinum, at kroppurin sjálvur koyrir tað sum er ov nógv, út. Tað sum kann henda er, at ein gert eymur runt murtin, og kanska eitt sindur reyður. Tað hendir við allari húð á kroppinum, um hon kemur nógv ímóti onkustaðnis. Tað kann eisini henda um man situr nógv á eini súkklu, so verður man eymur um afturpartin, ella um buksurnar ikki sita nóg væl, so verður man reyður ella eymur millum lørini.
So spyrt tú um blowjob. Fyst skal sigast her, at tað er ikki loyvt at verða seksuelt saman við nøkrum undir 15 ár, ella tá ein sjálvur er undir 15 ár. Tá man so er blivin myndigur, so er eisini umráðandi, at ein bert ger tað ein kennir seg væl við. Ikki gera nakað sum ein ikki vil. Eitt nei er altíð eitt Nei, so um tínir vinir hava gjørt tað, so er tað ikki eins við at tú eisini skal royna tað. So til Blowjob. Tað eru nógvar ymiskar sjúkur í kunnu smitta umvegis okkara kynsgøgn. Tí mæla vit altíð til at ein nýtir hít (Kondom) Hítir kunnu keypast í øllum vanligum handlum og kioskum. Minst til aldurin.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin