Eg hati mín kropp

Spurningur: Eg haldi sjálv at eg eri feit, men mínir vinir siga at eg havi hips, men eg hati meg sjálva, og havi haft sjálvsmorð tankar í eina tíð nú

(Seint svar. Við umbering)

Góða genta

Nú vita vit av góðum grundum ikki, um tú hevur meira á kroppinum enn ráðiligt er, men samstundis vita vit eisini ay vit gjøgnum tannárini broytast sera nógv bæði kropsliga og sálarliga. Tað er eisini sera ymiskt hvussu vit síggja okkara egna kropp, og hvat vit meta at marki gongur fyri yvirvekt og eina normalar vekt. Umráðandi at leggja til merkis, at ein normal vekt tekur støðu í hvussu tú ert bygd, og hvussu høg tú ert. Tí kunnu vit ikki siga um ein kamb, at hatta er tín normala vekt. Eg síggi at tú skrivar at tú heldur at tú ert feit. Tað gevur mær tað fatan at tú ikki ert vís í hesum, men kanska heldur tú at har er for nógv. Minst til, at vit broytast frá 12-13 árum til vit eru vaksin. Tó so, er tað altíð gott fyri bæði kropp og sálarheilsu at verða virkin kropsliga. Tað gevur okkum ein sunnari kropp, meira orku, og eina betri sálarheilsu. Tù skrivar eisini at tú hevur haft sjálvmorðstankar í eina tíð. Hetta ljóðar álvarsligt, og tað er umráðandi at tosa við ein vaksnan um hetta. Tù er vælkomin at ringja anonymt til okkum á 116 111. Her kunnu vit veita tær góða fakliga vegleiðing.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin