øvundsjúksjalusi

Spurningur: Heyhey.. nú fari eg prøva at skriva í her, hopi at fáa nøkur gód rá herfrá .. Tad er nú soleidis, eg eri ein genta sum blívur alt ov lætt øvundsjúk inná fólk, pen fólk! ja okey, penar gentir.. vissi eg td syggji eina pena genti á onkrum bíløtum ella møti onkrum, eg blívi so svøk og eg missi mítt sjálvsálit av tí, eg føli meg ljóta í mun til adrar.. eg giti grundin er soleidis hví eg havi tad sodan er, at dreingjir ganga alt ALT ov høgt uppí útsjónd, badi annlit og mest av øllum tann perfecta kroppin! eg havi ikki møtt einum dreingi sum ikki gongur uppí tad, vissi tad gongur væl ímillum meg og ein, so kann eg syggja drongin sum eg eri væl vid td like’a bíløt av gentum vid stórum brósti og sovorid bíløt sum tær vísa seg og sin kropp! eg blívi ør av tí! eg havi prøva allar typir av mannfólki, tey siga at tad eru nógv sløg, men er tad veruliga nøkur sløg har teir ikki hugsa so nogv um tad? eg havi hoyrt at eg eri pen, syggji gott út og gódan kropp! men eg trúgvi ikki uppá tad tá ein sigur tad vid meg, tí eg eri ikki glad fyri mín kropp! eg hevdi væl tima tiki sindur meir uppá, hvørtfall bróstini! er tad nakad eg kann gera fyri at fáa stórri bróst ? vissi tad er nakad vid mat at gera, eti eg fyri 4 menniskju, men taki ikki uppá nakrastadni! eg tími veruliga ikki hava tad sodan meir, tí eg føli meg bara meir ljóta fyri hvønn dag, tad er ikki serliga rart at ganga vid.. eg havi mist alla intiressuna yvur alt mannfólk, eg gevi aldrin nøkrum cjans, og skumpi allir vekk.. hvat høvdu tit gjørt vid hetta ?  

Góða tú! Takk fyri títt bræv!
Tú endar brævið við at spyrja, hvat vit høvdu gjørt við hetta. Eg kann so beinanvegin svara tær, at vit høvdu hildið uppat við at samanborðið okkum við øll hini og heldur valt at fokusera uppá at gerast ein tann besta útgávan av okkum sjálvum. Tú livir í verðini uttanfyri teg heldur enn at liva inni í tær sjálvari. Tú mátar títt sjálvsvirði eftir, hvussu pen ella ljót tú ert í mun til onnur – og tú letur teg stýra av tilvildarligum meiningum frá tilvildarligum mannfólkum. Tú sigur, at tú hevur trupulleikar við tínum sjálvsáliti og blívir alt ov lætt øvundsjúk inn á gentur, ið síggja betur út, enn tú. Og tú heldur, at tú hevur tað soleiðis, tí at tað eru  dreingir, ið ganga alt ov nógv upp í útsjónd og tann perfekta kroppin.

Góða tú. Dreingir eru dreingir. Og dreingir eru soleiðis skrúvaðir saman, at teir tendra vanliga mest uppá tað, teir síggja. So tað er natúrligt hjá teimum at tosa um útsjónd og hyggja nógv at myndum. Porno er eitt gott dømi. Nógv fleiri menn enn kvinnur hyggja at porno og porno er ein vøra,  gjørd av monnum til menn. Men tað er ikki tí, at dreingir ganga ov nógv uppí útsjónd, at tú hevur tað so ringt. Tú hevur tað, sum tú hevur tað, tí at tú sjálv metir teg sjálva og títt virði út frá, hvussu tú sært út. Tú vilt altíð kunna finna fólk, ið eru penari, klænri, klókari, fittari, ríkari og uppá allar mátar ”betur” enn tú. Soleiðis er tað hjá okkum øllum. Vit menniskju spegla okkum hvør í øðrum, og vit hava lindi til at seta okkara egna virði at vera nógv lægri, enn vit seta virðið hjá hinum at vera.

Eg haldi tað er fínt, at tú hevur mist alla interessuna fyri monnum og ”skumpar allar vekk”. Konsentrera tú teg heldur um, at fáa skil uppá títt sjálvsvirðið og sjálvsálit! Og tað gert tú í fyrstu atløgu við at góðtaka teg sjálva soleiðis, sum tú ert og sært út – fult og heilt. Tú ert nóg góð og tú hevur onga grund til ikki at vera nøgd við teg sjálva. Síðan skalt tú fokusera meira uppá tíni grundleggjandi lívsvirðir og liva meira eftir teimum. Og hevur tú eingi, so finn tær nøkur, ið geva meining fyri teg. Nøkur dømir uppá góð lívsvirðir eru, ”øll mennisju er líka nógv verd”, ”tað er altíð rætt at siga sannleikan” og ”ein skal vera ímóti øðrum sum ein vil hava, at hini skulu vera ímóti einum sjálvum”. Síðan hevði tað verið eitt gott hugskot, um tú helt uppat at lesa bløð og hyggja at sjónvarps røðum ella annað, har tað verður fokuserað nógv uppá ”at síggja gott út”.

Tú skalt brúka tína tíð uppá at vera góð við teg sjálva og røkta teg sjálva. Gang túrar, verð saman við fólki, ið tú ert góð við, og hevur tú okkurt ítriv tær dámar so ger meira av tí, hevur tú einki, so finn tær okkurt. Hugsa um, hvussu tú vilt hava títt lív at vera og ger so tað, tú kanst, fyri at tað blívur so. Tá ið tú verður 90 ár, hvussu vilt tú so fegin kunna hugsa aftur á títt lív? Nakað ið hevði verið ordiliga gott hjá tær er eisini, um tú fekk tær eitt ”mantra” ella ein lærusetning at siga hart fyri tær sjálvari hvørt kvøld, áðrenn tú sovnar og hvønn morgum, áðren tú fert upp. Eitt dømi uppá eitt ”mantra” kann vera, ”eg eri perfekt sum eg eri og alt mítt lív er stýrt av hesum sannleika”. Alt tað, ið vit gera í dag, er tað størri møguleiki fyri, at vit eisini gera í morgin. Jú meira tú investarar í teg sjálva og at hava tað gott, jú lættari verður tað hjá tær at blíva við við at hava tað gott. Og hinvegin, jú meira tú investerar í at hava tað ringt og vera ónøgd við teg sjálva og øvundsjúk inná øll onnur, jú lættari er tað hjá tær at blíva við við at hava tað ringt og vera øvundsjúk inná øll onnur. Vit menniskju eru stýrd av vanum og tað kann skjótt blíva ein vani at hava tað ringt. Broyt hendan vanan og tú fært tað skjótt betur! Hvat velur tú?

Kærar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin