X í Klaksvík

Spurningur: Hey eg havi trupileikar við at fara í song við øðrum fólki…eg vil so fegin hava hjálp…eg ivist um eg skal ringja ella ikki…
Hvørja ferð eg fari í býin, so fari eg í song við øðrum…skilda :(

Takk fyri brævið. Um eg skilji teg rætt, so ljóðar tað sum at tú ert ónøgd við, at tú hvørja ferð tú ert í býnum, fert í song við øðrum.
Nú veit eg einki um, undir hvørjum umstøðum hetta hendir, men tað sum er mest umráðandi er, at tú sjálv tekur ábyrgd av tínum egna kroppi, og at ansa eftir tær sjálvari.
Tað er eisini umráðandi, at tú ikki kennir teg trýstan til at fara í song við nøkrum, og at tú minnist til, at tað altíð er í lagi at siga nei.
Um hetta hendir í samband við at tú ert ávirkað av rúsdrekka, so er tað ofta soleiðis, at man torir betur tá man er ávirkaður, ikki hugsar seg væl um áðrenn, og so angrar tað aftaná.
At fara í song við einum eigur at kennast rætt og gott, so kanska tú átti at bíða til tú finnur ein sum tú veruliga ert góð við, og sum eisini er góður við teg.
Um hetta ikki hjálpir, haldi eg heilt avgjørt, at tú kundi roynt at ringt inn til Tú & Eg Ráðgevingina tlf. 116 111, ella kanst tú skriva aftur.

Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin