WTF

Spurningur: Ja, hettar fer kanska at virka eitt sindur merikiligt, men her kemur mín Eg følið so at siga einki fyri  nøkrum gentum… altso eg dámi nógvar faktiskt, men eg føli einki specielt fyri teimum…. hvat er tað, sum er galið? (Sig ikki, at tað er tí, at eg eri so ungur og blablabla:P)

Hey WTF
Eg skilji tín spurning soleiðis, at tú heldur at tað er merkiligt, at tú ikki følir nakað serligt fyri nøkrum gentum. Eg haldi slett ikki, at tín spurningur er merkiligur. Og eg haldi heldur ikki, at tað er merkiligt, at tú kanska byrjar at blíva eitt sindur ótolin eftir at blíva forelskaður. Er tað kanska tí, at onkur av tínum vinfólkum eru byrjað at ganga saman við onkrum og eru forelskaði og so ynskir tú eisini at vera tað? Ella tímur tú ikki at fjasast við gentum? Tí sum so er hatta ikki so undarligt og tað tykist ikki sum um at tað er nakað gali við tær. Um tú ikki følir nakað fyri nakrari gentu, jamen so er tað veruleikin og hann kann man ikki ger um uppá. Man kann ikki noyða seg at vera forelskaðan í nøkrum ella latast sum um. Tá er man óerligur bæði ímóti sær sjálvum og móti gentuni. Nøkur blíva tíðliga forelskað, finna “tann einasta eina” skjótt, meðan tað tekur longri tíð hjá øðrum. Soleiðis er tað bara og tað einasta tú kanst gera, er at hava tol, sjálvt um tað kann vera strævið til tíðir.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin