Voldtikið?

Spurningur: Pllliiiiz hjálp mær. Eg hevði eina fitta damu, men tað er liðugt nú, tí eg var so villur eftir sex! Eg veit ikki um hon heldur at eg havi voldtikið hana, ella hvat? Eg var barasta so villur í einum dansi, at eg tók hana út á wc’ið og læt hana úr øllum og koyrdi hxxxxx á og mundi koyrt penisin í, men hon fór at gráta, og tók klæðini á og rann heim? Hvat skal eg siga við hana? Og hvat skal eg gera?

Hey og takk fyri brævið. Tað er gott at tú skrivar til okkara, tí hatta er ikki ein góð støða tú ert í.
Eg fái ikki svarað uppá um gentan følir at hon bleiv neyðtikin – tað er væl møguligt. Ein annar møguleiki er at hon kanska hevði hon hug í fyrstani, og síðani broytti hugsan. Men tað vita vit ikki. Tað fær hon bert svarað uppá sjálv.
Um gentan vil tosa við teg, so vil eg mæla tær til at tosa við hana, so tú fært greiðu á, hvussu hon upplivdi hendingina, og so tú fært fortalt henni hvussu tú hevur tað við tí sum er hent. Um tað er ringt at tosa um tað, kundi tú kanska skrivað henni tað í einum brævi.
Men eitt, sum eg noyðist at siga við teg er, at tað er ólógligt fyri teg at fara í song við eini gentu, sum er undir 15 ár! Tað skalt tú hava í huga. Tað er, sum tú nokk sjálvur veitst, heldur ikki rætt at fara um mørkini hjá eini gentu, og gera nakað sum hon ikki vil… óansæð aldur.
Um gentan upplivdi hesa hendingina sum eina neyðtøku, so kann hon melda teg, og tað er álvarsamt. Nù er tað bara tit bæði sum vita júst hvat hendi hatta kvøldið… tað vita vit ikki. Og tí kunnu vit heldur ikki siga um hetta var ein neyðtøka ella ikki. Men tað ljóðar sum at tú ert ávirkaður av hesari hending, og tí er tað umráðandi at tú tosar við onkran um tað. Um tað er ringt at tosa við foreldrini hjá tær um hetta, so royn at umhugsa, um tú kennir onkran annan vaksnan, tú kanst tosa við. Tú kanst eisini gott ringja til Tú & Eg Ráðgevingina uttan at siga títt navn.
Tað sum tú eisini noyðist at gera, er at læra av hesari hendingini og ikki lata tað endurtaka seg. Tí sum sagt – hetta er álvarsamt, og sovorðið kann enda við fongsulsrevsing, umframt at oyðileggja nógv fyri tann tað gongur út yvir.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin