Tann sum heldur at tit svara ov seint

Spurningur: eg haldi at tit svara alt ov seint.. eg skrivaði fyri øldir síðani. og havi ik fingið svar enn.  

Hey hey.
Vit vita gott hvussu strævið tað er at bíða eftir svari, tá man endiliga hevur tikið seg saman at skriva. Men vit gera okkara allar allar besta at svara so skjótt sum gjørligt. Brævkassin fær sera nógv brøv, og tí fáa vit ikki svara brøvunum beinanvegin. Tey flestu fáa svar innan 1 – 2 vikur, men viðhvørt kann ganga eitt sindur longri, og viðhvørt styttri.

Um tú hevur tørv á svari ella onkrum ráði beinanvegin, so vil eg ráða tær til heldur at ringja. Tí so sleppur tú at tosa við onkran beinanvegin.

Blíðar heilsur,
Tú & Eg Ráðgevingin