Góða Genta
Tað er sera flott av tær at tú sjálv tekur stig til at finna hjálp, nú tú følir at tú hevur okkurt at tú vilt tosa um.
Sum tú sjálv sigur, so eru tað fleiri lærarar sum hava spurt um tú hevur tað OK. Hetta bendir á at lærararnar hava varnast, at tú ikki hevur tað heilt gott, og at hesir fegnir ynskja at hjálpa tær.
Tú skrivar at hetta er síðsta árið tú hevur júst henda læraran, og fær meg til at halda at tú vilt tosa við júst henda læraran. Kanska vit kunnu hjálpa tær at tosa við júst henda læraran, við at tosa við onkran annan fyrst 🙂
Tá eg var í tín aldur, hevði eg eisini trupulleikar, og vildi siga onkrum tað.
Í mínum førum, vildi eg tosað við heilsuhjálparfrøðingina, sum var í skúlanum. Tað tók mær uml 1-2 mánaðir áðrenn eg fekk meg sjálvan til at banka uppá hurðina har hon sat. Aftaná fekk eg hjálp, og tað bleiv nógv lættari hjá mær at sleppa av við mínar trupulleikar. Tað er tann besta avgerðin eg nakrantíð havi tikið!
Eg visti heldur ikki hvussu eg skuldi fortelja henni tað, og eg sat uppi leingi um náttina og hugsaði um hvussu eg skuldi siga tað. Men sannleikin er, at har er eingin skeivur máti at siga tað uppá. Tað einasta tú noyðist at siga er, at tú hevur brúk fyri at tosað við hendan læraran og siga henni frá, at tú ikki ert OK.
Um tær ikki torur at siga tað við henda læraran beinleiðis, so kanst tú byrja við at skriva eitt lítið bræv. Líknandi tað brævið tú hevur skriva her, so kanst tú senda henni ella honum ein teldupost. So kemur lærarin til tín og fer so at spyrja teg, hvat tað er tú hevur brúk fyri at tosað um. So fer hesin lærarin at lurta og gera alt tað hon ella hann kann fyri, at tú fært tí hjálpina tú hevur brúk fyri.
Eitt annað tú kann gera er at fara til heilsuhjálparfrøðingina sum er í skúlanum hjá tær. Kanska spyrja hann ella hana um tey tíma at kontakta læraran um tú ikki torir. Har noyðist tú ikki at fortelja honum ella henni, hvat tað er tú vil fortelja læraran. Tú fert ikki at angra tað, at tú endiliga fortaldi læraranum tað.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkara.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin