skríggj um hjálp

Spurningur: Vit hava stór problemir her inni, við pápa mínum. mamma og pápi eru skyld, og eg og tveir teir elstu beiggjarnir, sum eru 14 (næstan 15) og 10 ár búgva hjá pápa .. 
Eg haldi, at vit eru øll bangin fyri honum, eg havi ikki hoyrt 14 (kalla vit tann beiggjan) siga tað, men hann fekk alvorliga skoluna í morgun :( 
Altso, babba ikki bara skeldaði eitt sindur ella nakað, nei hann var púrasta SVAKUR ! rópar og ýlir, og hevur bara ongar hemningar.. 
Eg hoyrdi eitt slag úr kjallaranum, har sum hann og 14 vóru í morgun. Eg veit ikki, um hann bresti í hendurnar á sær sjálvum, ella um hann faktisk slóg 14 .. eg havi ikki fingið spurt 14, tí vit tosa ikki soo nógv saman endiliga, og slett ikki um nakað persónligt… og forrestin so hevur hann sitið innilæstur í kamarinum allan dag… ella tað sum eg veit um í øllum førum .. 
Babba var svakur um at vit vóru for sein í skúla, (sigur hann) men eg veit ikki, hann var eisini svakur, tá hann byrjaði at vakja okkum .. 
Altso, mín fyrsti tanki um morgunin, tá eg hoyri hann RÓPA! er bara: “áh, nei, eg tími ikki upp at síggja uppá hatta ódjórið” ella okkurt í tann stíl .. 
Hinvegin, so haldi eg, at hann er blivin eitt sindur bangin fyri mær, eg havi víst týðiliga,  hvar mín grensa gongur, og hann er aftur í dag farin LANGT út um tað! Eg góðtaki ikki, at hann rópar og garterar í her inni uppá handan mátan, harragud, man veit ikki, um man skal vænta at blíva sligin ella hvat.. 
Aftaná eg og pápi høvdu haft eina hvassliga samtalu (hann rópti ikki so nógv eftir mær, men sá rættuliga svakur út) í morgun, fór eg bara avstað í skúla, men í gongini møti eg beiggjanum 10, og hann sigur við meg “hygg ‘hundurin’ er eisini bangin”, hann segði seg vera bangnan.. 
aftaná summarferiuna flyti eg, eg klári ikki at vera her meir, og eri sloppin inn á skúla, og skal búgva á skúlaheiminum.. men, eg klári ikki at fara, og vita at beiggjarnir hjá mær, sum ikki tora at siga frá, skulu bugva víðari hjá pápa .. eg klári ikki tankan … føli tað sum eg havi eitt sindur av ábyrgd, at ansa eftir at hann ikki slær beiggjarnar osv.. 
(hettar er bara eitt dømi)

So er tað tað… hvat skal eg gera ? 
Skal eg reisa sakina um foreldramynduleikan upp aftur? – mamma hevur longu kært einaferð, so hon fær onki gjørt .. 

- forrestin, alt tað sum eg fortelji at pápi ger nú, sigur mamma vera grundin til at hon flutti .. 

… fyri alt í verðini please svarið so skjótt sum tit kunnu, og síggi ikki yvir hettar brævið, eg veit tað er langt, og kanska eitt sindur innviklað, men góðu tit gevi mær bara OKKURT svar !!!  

Góðai tú, sum skríggjar um hjálp!

Tú skalt ikki hugsa um, at títt bræv er langt. Tú dugir væl at greiða frá tíni støðu, og viðhvørt er neyðugt at hava langar frágreiðingar, tá støðan er fløkt.
Talan er um stór problemir heima hjá tykkum, so mikið stór, at okkurt skal gerast skjótast gjørligt.
Tað er ikki gott hjá tykkum at búgva undir teimum umstøðum sum tú greiðir frá. Tit verða illa viðfarin bæði so og so. Tað tykist sum at pápi tykkara hevur trupulleikar. Í øllum førum, so er hann ikki førur fyri at geva tykkum eitt trygt og gott heim. Hann megnar ikki at taka ábyrgd fyri tykkara uppaling, sjálvt um hann hevur fingið foreldramyndugleikan.
Tú ella tíni systkin hava ikki skyldina av, at pápi tykkara er so illa fyri, og tað gevur honum ikki rætt til at vísa vanvirðandi atburð móti tykkum.
Tú hevur ikki sagt nógv um mammu tína, men tú hevur sagt, at hon hevur kært um foreldramyndugleikan eina ferð uttan úrslit.
-Um tú nú kundi sett nøkur ynski fram um, hvørja hjálp tú kundi hugsað tær, hvat hevði tú so ynskt fyri framtíðina?
Gev tær tíð at hugsa teg um, og tað er loyvt at ynskja og droyma. Tað er nógv, sum kann blíva gjørligt, um tú klárar at seta orð á tað. Tú hevur rætt til at hava ynski um eitt gott lív, tí tú hevur sum øll onnur menniskju rætt til eitt gott lív.
-Hvat kundi tú hugsað tær hendi við tínum beiggjum, tá tú flytir út í egna íbúð?
-Hvat kundi tú hugsað tær hendi við pápa tínum?
Tú spyrt, um tú skalt reisa málið aftur. Tað fær meg beinanvegin at hugsa, at tú skalt fáa hjálp. Tú hevur eina alt ov tunga byrðu á tínum herðum sum er, so tí vil eg ráða tær til at venda tær til Barnaverndartænastuna í tí økinum, har tú býrt, ella til Barnaverndarstovuna www.bvs.fo, har tú kanst fáa ráðgeving og stuðul. Inni á www.bvs.fo sært tú eisini hvat tlf nummar barnaverndar tænastan í tínum øki hevur. Tey lurta eftir tær og vilja fegin hjálpa tykkum. Tað er ein tænasta, sum vil hjálpa børnum, sum hava trupulleikar.
Um tú hevur brúk fyri at tosakjattaskriva við okkum ráðgevar fyri at fáa víðari hjálp, ert tú hjartaliga vælkomin. Ráðgevingin er opin mánadagar og hósdagar kl 14-22.

Blíðar heilsur

Tú & Eg Ráðgevingin