P-Pillarar

Spurningur: Hey:D nú hava eg og sjeikurin skjótt verið saman i 2 ár og hava havt sex fleiri ferðir, og nú eru vit byrjaði at gera tað uttan hít. Mítt problem er bara tað, at eg vil hava p-pillar, men eg tori ikki at siga tað við mammu mína, tí eg veit at hon ikki vil at eg og sjeikurin skulu hava sex. Men hvussu skal eg fáa hana at skilja, at eg virkuliga gjarna vil hava p-pillar. Hevði tú kunnu sagt mær hvussu eg hevði kunnað sagt tað við mammu, uttan at hon fekk mistanka um at eg og sjeikurin hava sex og hvussu fyrigongur tað tá ið ein skal hava p-pillar?

Hey, P-pillar…
Tá ið tú ert 16 ára gomul, kanst tú sjálv ringja og fáa tær eina tíð hjá lækna og biðja um at fáa p-pillarar – uttan at mammu tíni nýtist at fáa tað at vita. Tað bestemmar tú akkurát sjálv. So er tað upp til læknan, um hannhon sigur ja til at geva tær p-pillarar, men tað vænti eg, at hann ger, tá ið tú ert í einum føstum forholdi.
Tá man skal hava p-pillar, so gongur tað vanliga fyri seg á tann hátt, at læknin ger eina undirlívskanning av tær, og mátar blóðtrýstið. Læknin er vanur við at gera undirlívskanningar, so tað nýtist tær ikki at stúra fyri. Um tú vilt, so kanst tú velja at fara til ein kvinnuligan lækna, um tú ikki hevur tað frammanundan.
Annars, so má eg siga, at tað er gott klárað, at sjeikurin og tú inntil nú hava ansað eftir, og at tit hava brúkt fyribyrging. So, far tú og skunda tær til lækna, so at tú ikki gerst við barn. Tú ringir til læknan um morgunin – ofta má man ringja áðrenn kl 9, og tað kann vera ringt at sleppa ígjøgnum – og so biður tú um at fáa eina tíð hjá læknanum. Tað kann vera at hann spyr teg, hvat tað snýr seg um. Og so sigur tú bara sum er, at tú gjarna vilt hava p-pillarar. Tað er heilt náttúrligt, at tú vilt tað, tá ið tú hevur verið í einum parforholdi í 2 ár.

Góða eydnu!

Tú & Eg Ráðgevingin