mánasjúka

Spurningur: Hey :) Eg eri ein genta uppa 17ar. Eg eri eitt sindur i iva um mina manaðsjuku. Hon kemur ikki reglmessiga, viðhvørt kemur hon ikki onkran manað. Hetta hendur oftani. Er tað normalt?  

Hey hey!
Tað er sera vanligt, at mánasjúkan er óreglulig t.v.siga at tíðin millum bløðingarnar er skiftandi til dømis 10 til 30 dagar og at dagatali við bløðing eisini skiftir. Hettar er serliga hjá ungum gentum og so aftur tá skiftisaldurin nærkast.   
Tú sigur mær, at mánasjúkan ofta loypir ein mánaða um. Tað er nakað nógv og kann vera uttanfyri tað normala. 
Har vil eg biðja teg skriva upp í ein kalendara, hvussu bløðingarnar eru komnar tað seinasta árið og framyvir. So skal tú bíleggja tíð hjá tínum lækna og hava kalendaran við til viðtaluna.  
Læknin vil meta um, tú kann hava eina hormonella javnvág, sum krevur fleiri kanningar, kanska viðgerð, t.d. við p-bollum. Fái ikki svarað tær gjøllari , tí so skuldi eg haft fleiri upplýsingar.  

Heilsan Tú & Eg Ráðgevingin