Innilæst

Spurningur: hey!
eg havi ein trupulleika, kanska ikki so alvorligur.
men eg eri “konfliktsky”.
eg dugi ikki at standa upp fyri meg sjálvan. Um onkur niðurger meg, sigi eg umskylda….Um onkur skeldar meg, frysti eg fullstendiga og sigi ikki eitt orð. Og so fari eg inn á kamarið at gráta.
Eg eri so bangin fyri at klændrast at eg heldur gevi øðrum rætt enn at svara aftur. Hóast tað bara eru smáting.
Og eg føli tað sum um eg eri við at eksplodera í sálini við; viðmerkingum, meiningum og øði. Men EInki sleppur út, og eg veit at tað fer tað heldur ikki at gera. Men tað ger bara at eg steingi meg sjálvan meir og meir inni og blívi meir og meiri sorgarbundin og gráti fleiri og fleiri ferðir tá eg fari í song.
Hava tit eiit gott ráð?
Eg garanteri tykkum fyri at ” royn at siga tína meining” og ” fá tað út ” élla ” tú hevur rætt at svara aftur” IKki hjálpur :

Hey tú sum nevnir teg ”innilæst”.
Ok! Eg fari ikki at geva tær ráðini, at tú skalt royna at siga tína meining ella at tú skalt fáa tað út. Men eg eri glað fyri, at tú skrivar til okkara, tí tað ljóðar, sum at tú hevur tað nokkso ringt. Og eg haldi at tad er flott, at tú roynir at fáa hjálp, heldur enn at bara læsa teg meira og meira inni. Tað er týdningarmikið, at tú lærir teg at koma út við meiningunum, viðmerkingunum og øðini. Tí haldi eg, at tú skuldi tosað við onkran vaksnan, sum tú hevur álit á. Tad er nemliga ikki altíð so lætt at gera tílíkar broytingar sjálvur. Men tað sum kundi hjálpt tær, er at funnið út av ”HVÍ” tú ert so konfliktsky og bangin fyri at klændrast. Hetta eru spurningar, sum tú – ella helst saman við einum vaksnum – kanst seta tær sjálvari. Eg tosaði eina ferð vid ein drong, sum hevði tað sum tú, og var bangin fyri at siga sína meining, og vit fóru at ”kanna” hví. Vit komu fram til, at hesin drongurin var bangin fyri at hin parturin fór at blíva illur, og tí fór at missa alt fyri honum, og ongantíð blíva góður við hann aftur. Men tá vit so vendu tí við, funnu vit eisini út av, at hesin drongurin sjálvur ongantíð misti alt fyri einum, sjálvt um hann bleiv illur inn á ein annan. Tí fann hann út av, at tad var OK at hann segði sína meining, sjálvt um hetta hevði vid sær, at onnur vórðu ill inn á hann.
Vóni at tú kanst brúka hesi ráðini til okkurt – kanska tú kanst vísa onkrum vaksnum hetta svarið og á tann hátt koma víðari við einum práti við onkran. Um ikki, so mást tú endiliga skriva aftur.

Blíðar heilsur,