Innilukkað

Spurningur: Hey :) góð heimasíða! Eg kundi skrivasagt so nógv, men vil ikki skriva alt, veri aldrin liðug so!! Men .. problemi hja mær er at eg byrji at vera totalt innilukka! tad byrjadi fyri nøkrum árum sídani, eg haldi tad var beint aftaná tad bleiv lidugt millum meg og sjeikin! tad var rattuliga pínifult! men tad gekk aldrin gott ímillum okkum, hann gjørdi ting í hann ikki átti at gjørt ímóti mær, ofta! men eg elskadi hann av øllum minum hjarta og stadigvekk aftaná 3 ár, hevdi eg ynkst mær at fingi hann aftur! eg føli meg bítta at altíð skulla hugsa um hann .. ENN! hann er komin vídari og tad burdi eg eisini, men eg dugi ikki! eg eri blivin so innilukka nú, eg kann liggja og sova allan dagin, kann sita fyri meg sjálva dagin langan og tími sjálvdan at vera saman vid ødrum, eg vil bert vera sjálv og hugsa um hann! eg dagdroymi alt ov nogv, eg kann stara í tímar, eg eri alt ov smædin fyri fólki nu! og eg føli meg innast inni bangnan fyri onkrum nu tá fólk eru rundan um meg! hugsi allatid at tey hugsa og tosa um meg allatid (ring ting), sjálvt um eg ikki veit hvat tey tosa um! eg gevi mær sjalvum ringar opmerksomheidir eisini, kann siga ofta at eg ikki dugi tad, osv, medan hini siga, at eg dugi so væl! eg dugi faktist bara at fara handa vegin nu, eg dugi ikki venda meg vid teir posutivu tankanir aftur, eg dugi ikki at ganga úti og ikki hugsa um x-sjeikin hja mær! eg kann gráta so nógv um hann enn at tad er virkuliga pínifult nu at hava gráti yvur hann í 3 ár! nu føli eg meg tunga, føli at eg ikki klari at bera uppá naka longur, kann hugsa at bara sleppa vekk! eg hugsi ofta, hvat nu um eg hevdi veri í eini ólukku ella bara um eg doydi! ja hetta er virkuliga stórst eg havi í mær, hevdi onkur bara vita og følt mina pínu i ein dag!! høvdu tit kunna sagt mær hvat eg skal gera vid alt hetta? eg veit tit hugsa, eg má tosa vid vinkonunar, onkran vaksan osv! men beint nu vil eg ikki tosa vid nakran og bara reina at hjálpa mær sjálvari, sjáálv!! hoopi eg kann fáa onkra lítla hjálp! hvat høvdu tit gjørt um tad var akkurát tittú, uttan at tosa vid nakran um tad?? Hopi at fáa svar skjott! og orsaka at eg havi skriva so nógv! Takk fyri hjálpuna!

Góða tú!  
Takk fyri brævið! Deiligt at tær dámar heimasíðuna hjá okkum, og at tú vildi skriva til okkara. Tað ljóðar, sum tað hevur verið ein stór sorg fyri teg, tá ið tað varð liðugt ímillum teg og sjeikin. Hjartasorg nívir og bítir og tað kann taka langa tíð at koma yvir. Eg skilji væl, at tú varð kedd um at tað varð liðugt tykkara millum. Hóast tað ikki gekk so væl, so kann mann saktans verða keddur, tí at mann alíkavæl er góð við viðkomandi. Tað ljóðar sum ert tú komin inn í eina ónda ringrás av keðiligum tonkum og kenslum. Tað at tú ert nógv fyri teg sjálva og situr í egnum tonkum kann verða við til at viðlíkahalda tunglyndi, ið tú upplivir fyri tíðina. Tað kann vera ein trupulleiki, tí at ofta tá ið vit eru kedd vilja vit vera einsamøll, hóast tað hevði verið best fyri okkum at verið saman við øðrum. Vit menniskju kunnu hugsa nógvar undarligar tankar, og vit eru ofta ómetaliga góð til at hugsa neiligar tankar um okkum sjálvi. Tað er tó týdningarmikið at minnast til at tankar eru ikki sannleikar, hóast tað kann kennast soleiðis.

Tað er ikki so lætt at siga akkurát hvat er rætt hjá tær at gera í hesu støðu, annað enn at tað er gott fyri teg at seta orð á tað, ið nívir teg. Tað kann eisini vera so skjótt, at eg komi við einum ráði, sum als ikki hóskar seg til akkurát tín trupulleika. Tó haldi eg, at okkurt má gerast, tí at henda ónda ringrásin má brótast. Eru nakrar løtur har tú kennir teg væl, og um so er, nær? Hvat fær teg at slappa av? Eru onkrar vinkonur tær dámar at vera saman við? Tað hevði verið gott fyri teg at komið meira út, so at tú ikki er so nógv einsamøll við tonkunum. Tað kann vera ein avleiðing og avleiðingar eru góðar, tá ið høvdið er við at bresta. Er nøkur vinkona,  ið tú hevur tað gott saman við? Tær nýtist ikki at fortelja viðkomandi, hvussu tú hevur tað, men kanska gera okkurt hugnaligt saman (hyggja at filmi, ganga ein túr, baka eina kaku). Ver góð við teg sjálva, og royn at hugsa jaligar tankar um teg sjálva. Eg veit, at tað er tungt í løtuni, men støðan kann broytast!

Eg kann lítið ætlað, at tað er tungt hjá tær, at bera uppá allar hesar tankar og kenslur sjálv og eg vóni, at tað hevur verið ein uggi fyri teg at skriva hetta brævið. Eg veit, at tú ikki orkar at tosa við nakran beint nú. Tó vil eg siga, at tað er linnandi at lætta sær hjartað, og tú kanst altíð logga teg á kjattið hjá okkum ella ringja, mánadagar ogella hósdagar og siga okkum, hvussu gongur hjá tær. Vit vilja fegin hoyra frá tær. Um tankarnir um at sleppa burtur, ella tankar um at doyggja fylla nógv fyri teg, er tað sera umráðandi at tú fært hjálp. Tá ber eisini til at ringja til egnan lækna og greiða honumhenni frá støðuni.
Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin