Gentan ið hatar seg sjálvan

Spurningur: Hey! Fyri tað fyrsta vil eg siga við tykkum, at hetta er ein mega góð heimasíða! ;-)
Nú til mín trupulleika: Eg eri simpulten so ónøgd við meg sjálvan. Eg haldi meg hava ljót lítil bróst, ljótar fingrar, ljótar tær, ljóta nøs… Eg tori heldur ikki at ganga í t-shirt, tí eg haldi meg hava ljótar armar. Eiheldur tori eg at hava ov niðurringaða blus, tí eg eri eitt sindur kløn, og so sær man beinini á bringuni, ella hvussu man sigur. Eg tori heldur ikki at vísa mín búk, tí at eg havi sovornar hvítar brikkar á búkinum, eg veit ikki hvat tað er! Eg síggi ikki nakað pent í mær sjálvari. ALT er ljótt hjá mær. Eg skulki ALTÍÐ tá ið vit svimja við skúlanum, tí eg eri simpulten so ónøgd við kroppin hjá mær, eg vil ikki at nakar skal koma yvir til mín og siga: “Títt eina bróst er størri enn hitt!” Ella, “Tú hevur ljótar tær!”
Eg eri simpulten so bangin fyri at fólk siga sovorðið við meg. Eg haldi ikki at eg eri ein smæðin genta. Eg havi nógvar vinir, og eg haldi meg ikki vera ópopuleran. Eg hevði bara ynskt at eg var ein VANLIG genta. Fyrr græt eg yvir hetta hvørja nátt, men nú eri eg so von við tað.
Hvat skal eg gera?! Kunnu tit ikki hjálpa mær? :'(

Góða genta!
Tú sigur at tú hevði ynskt at tú var ein vanlig genta. Eitt er at tú ikki kennir teg sum eina vanliga gentu, men eitt er heilt vist, og tað er at tað er sera vanligt at hava tað sum tú hevur tað. Eg eri vís í, at nógvar gentur á tínum aldri, hava júst somu tankar sum tú, og eisini eru ónøgdar við hvussu tær síggja út. Tú ert í byrjanini av pubertetinum, og tí fara nógvar broytingar fram í kroppinum. Kroppurin vaksur og búnast, hormon produktiónin økist, og ger at kenslurnar kunnu svinga nógv, og tað tekur tíð at venja seg til hesar broytingar, og til hvussu kroppurin hjá einum sær út.
Tú nevnir sjálv nøkur viðurskiftir sum hava týdning fyri teg, at tú hevur nógvar vinir og er ikki ópopuler. Tað er so ótrúliga týdningarmikið at hava góðar vinir sum tú kanst tosa um alt við, eisini tá tú hevur tað keðiligt og ert ónøgd. Góðir vinir eru har fyri hvønn annan, óansæð hvussu ein sær út. Tað er eisini sera positivt at tú ikki er smæðin, tí tað er fantastiskt at tora at siga sína hugsan, eisini um hini ikki halda akkurát tað sama.
Viðvíkjandi svimjing so er tað óheppið at tú noyðist at skulka hvørja ferð, møguliga kundi tú tosa við svimjilæraran um støðuna hjá tær, fortel læraranum hvussu tú hevur tað við tær sjálvari. Um hetta ikki akkurát er tað rætta, so kundi tú onkuntíð farið at svimja sjálv ella við eini vinkonu og á tann hátt royna at vinna á tíni ónøgd. Tað kann vera trupult, men tað er umráðandi at viðurkenna sín kropp sum hann nú einaferð er.

Inni á slóðini Eg & Lívið kanst tú lesa meir um kynsbúning og annað.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin