Genta 14 ár

Spurningur: Hey, eg føli meg mega einsamalla. Eg orki ikki at fylgjast við mínum vinum, ella nøkrum. Eg siti bara heima og hyggi eftir sjónvarp ella við telduna. Tá onkur spyr, um eg tími at gera okkurt, sigi eg bara at eg ikki orki ella at eg ikki havi hug. Eg veit at eg havi svikið nógvar av mínum vinum pga tí, men eg føli sum um at eg ikki kann gera nakað við tað. Eg eri ordiliga deprimeraðkedd, men eg veit ikki um hvat. Eg havi ikki so serliga gott forhold til mammu og babba. Eg tosi ikki serliga nógv við tey, tá mamma spyr hvat feilar mær, biði eg tey bara pilla av ella blanda seg uttan um. Eg verði púra svøk um tey royna at tosa við meg um privat ting. Eg veit ikki hví, tað virkar sum um at øðin bara flýgur úr mær, tað er ikki eg, eg veit ikki hvat hendir? Eg hopi at eg kann fáa eina ella aðra hjálp, tí eg føli meg ikki væl tá eg skal tosa við fólk direkta.

Góða Genta!
Tú skrivar at tú ert kedd uttan at vita hví, og at tú einki orkar og kennir teg einsamalla.
Tað sum tú kanst gera, er at hugsa um hvussu leingi tú hevur havt tað soleiðis, og um tú kanst koma í tankar um, nær tað byrjaði, og um okkurt serligt er hent, sum ger teg kedda.
Í tannárunum er tað nokkso vanligt at hava humørsvingningar, og at vera irriteraður inn á síni foreldur. So tað kann vera ein partur av forkláringini hjá tær. Men tað kann eisini vera okkurt meira enn tað sum ger teg kedda. Og fyri at tú kanst finna útav, hvat orsøkin er í tínum føri, er tað umráðandi at tú tosar við onkran vaksnan, sum dugir væl at tosa við ung fólk. Kennir tú onkran sovorðnan persón? Ella heldur tú at tú kanst royna at tosa við annan av foreldrunum hjá tær, um hvussu tú hevur tað?
Tú sigur at tú ikki hevur tað gott við at tosa direkta við fólk, men eg haldi tað vera umráðandi fyri teg at finna onkran, sum tú kanst tosa við. Eitt sum tú kanst gera, er t.d. at ringja til ráðgevingina fyri líkasum at øva teg í at fortelja um hvussu tú hevur tað. Ráðgevararnir vita ikki hvør tú ert tá tú ringir, og vit hava ikki nummarvísara á telefonini.
Tað eru nógv sum hava tað sum tú, og sum halda at tað er ringt at tosa beinleiðis við fólk. Men tey flestu uppliva at tað hjálpir. Og man venur seg eisini við at tosa við fólk, og við venjing gerst tað eisini lættari.
Góða eydnu og skriva endiliga aftur um tú hevur tørv á tí.

Tú & Eg Ráðgevingin