Forelskaða gentan

Spurningur: Eg eri so forelska alla tíðina. Tá eg ikki eri forelska í einum meira, verið eg forelska í einum øðrum. líka sum “no stop” – tað er stravi!! Eg vil ikki vera forelska í nøkrum, men blívi bara tað… Fái ikki stýrt tí.. Hvat hann man gera? Tími sjálvandi at vera forelska, tí tað er eitt undurfult følilsi, men tá tað eru vinir, er tað meega stravi, tori heldur ikki líka gott at tosa við teir.. má also veit ikki hvat eg skal gera! eg drukni í forelskilsi! :D    

Góða forelskaða gentan! Lat meg byrja við at endurtaka tað,tú sjálv sigur,at tað at vera forelskaður er ein undurfull kensla. So ljóðar tað, sum um tú hevur havt tað sonnu kensluna, tað at vera forelskað, men tá tú so víðari fortelur, at tú ikki kanst stýra forelskilsiskensluni, og tað er so strævið, so er líka við at eg verði í iva, um tú nú blandar ymsar kenslur saman, tí ein kann ikki vera forelskaður í øllum. Men miss ikki mótið. Tá ein er ungur hendir so nógv nýtt í eins sinni og kroppi, og so kann ein blanda kenslur saman. Tú ert 16 ár, so eg giti, at tú gongur í skúla. Har er vónandi ein skúlaheilsufrøðingur. Tak endiliga eitt prát við hana. Tosa við vinkonurnar, hvussu tær hava tað við forelskilsi! Forelskilsi varir í nakrar mánaðir, so fordampar tað, ella verður avloyst av kærleika. Ein verður ofta drigin atforelskaður í tí, sum ein ikki torir ella kundi funnið upp á at gjørt sjálvur, men tá forelskilsið fordampar, so sær ein klárari og finnur kanska út av: nei, mær dámar ikki hasar síðurnar við tí persóninum, og so er endin á tí. Tað er týdningarmikið, at tú ikki fert  burtur frá vinunum. Tað er so nógv skrivað um forelskilsi bæði sum skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar og faklesnaður. Tú kanst googla forelskilsi á netinum, har finnur tú nógv. Um tú spyrt ommu  ella abba tín ella foreldur ella eldri systkin, so hava tey ivaleyst havt hasar kenslurnar. – Eisini á netdoktor.dk finnur tú nógv undir forelskelse. Vónandi kanst tu brúka okkurt av hesum. Tú ert vælkomin at khatta við okkum á ráðgevingini eisini, so fáa vit eitt prát.  

Góða eydnu við kærleikanum!  
Tú & Eg Ráðgevingin