Firefly

Spurningur: Hey tit á barnabati.fo Eg eri nú komin at søkja ráð og svør frá tykkum aftaná at leita netið upp og niður og tosa við læknar i bert skelda og ikki geva mær svar. Her er mín spurningur. Fríggjakvøldi var eg i song við sjeikinum hjá mær og hítan skræddnaði. Eg brúki p-pillarar og hevði tikið tað regluligt allar dagarnar eisini fríggjadag og leygardag. Men sunnudagin gloymdi eg so at takað p-pillararnar og tók teir fyrst kl20.00. og reglumessigt plagi eg at taka teir kl 8 um morguni og kl 10 i vikuskiftinum. Er tað so møguleiki fyri at eg eri blivin uppá vegin ? tí at eg gloymdi eina pillu og tók hana fyrst 10-12 timar aftaná ? Mánadagin tók eg so aftur pillina og reglumessigt víðari. Vinarliga svari mær skjótt, hetta kann ikki biða leingi :

Hey Firefly!
Tú hevur gloymt ein p-bolla í 10-12 tímar. Sum eg skilji tað, vart tú komin langt i p-bolla pakkanumarkinum. Um tað er vanlig styrki p-bollar t.v.s. 30 microgram ethynyløstrogen, kemur ikki eggloysn, hóast hormonnøgdin í blóðinum fellur eitt sindur. Um tú brúkar lágnøgd p-bollar, altso bert við 20 microgram østrogen í, kann hettar fáa eggbløðruna at búnast og eggloysn kann koma, og so ert tú ikki vard móti at gerast við barn. Nógvar ungar kvinnur fáa lágnøgd p-bollar, tí teir tolast betur. Um ein gloymir eina tablett ella hítin fer, eigur tú tá at taka angri-bolla, sum kunnu keypast uttan resept á apotekinum og skulu takast so skjótt sum gjørligt og helst tað fyrsta samdøgrið (kann virka í 72 tímar) Nú er ov seint við angri-bolla, men um mánasjúkan ikki kemur, ella tú ikki følir teg væl, so ger alt fyri at fáa tikið eina kanning, fyri at staðfesta, um tú við barn ella ikki.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin