Elski hana so nógv

Spurningur: Hey hey. Eg eri so mega forelskaður í eini gentu. Eg haldi at hon eisini dámar meg. Hvussu fái eg hana til at siga, at hon dámar meg? Kunnu tit ikki geva mær nøkur super ráð, so fingu tit meg glaðan.

Hey
Tað eru nógvar kenslur sum standa upp á spæl, tá ið man er forelskaður. Samstundis sum at tað kriblar í búkinum av spenningi, tá ið man hugsar um persónin, so er tað eisini strævið, tá ið man ikki veit, um hin persónurin eisini er forelskaður. So tí skilji eg væl, at tú vilt vita, um gentan hevur kenslur fyri tær.

Tú sigur, at tú hevur varhugan av, at gentuni dámar teg. So tað sum tað snýr seg um nú, er at finna útav, hvørjar kenslur hon hevur fyri tær og hvussu tú skalt fáa tað at vita?

Ein møguleiki er at senda henni eitt sms ella fara beinleiðis yvir til hana og tosa við hana. Tú kundi byrjað spakuliga, t.d. bara við at spyrja hvussu hon hevur tað. Tað fær hana í øllum førum til at uppdaga, at tú gongur runt og hugsar um hana. Um tit so fáa gongd á smsingina ella samrøðuna, og tú følir teg meira sikran, og kanska heldur at hon er nokkso áhugað í tær, so kundi tú roynt at fingið hana upp á tveymanshond. Til dømis kundi tú spurt hana, um hon hevur hug at koma heim til tín at hyggja eftir einum filmi? Um tit eru tvey, so er tað lættari hjá tær at koma at kenna hana betri og finna útav, um hon er forelskað í tær. Tú kanst eisini bjóða henni í biograf, um tú torir tað? Tað er sum so eingin skeivur máti at spyrja uppá. Tað er sjálvandi ein kjansur fyri at hon sigur, at hon ikki er forelskað, men so hevur tú í øllum førum funnið útav tí.

Tú kanst eisini gera tað øvugta, og fortelja henni, hvussu tú hevur tað. So kann hon fortelja tær, hvussu hon hevur tað við tær.

Hopi, at tú fært brúkt hetta uppskotið til nakað. Um ikki, so ert tú meira enn vælkomin at skriva aftur til okkara.

Vinarliga og góða eydnu

Tú & Eg Ráðgevingin