Hey
Tað er nógvar kenslur sum standa upp á spæl tá ið man er forelskaður. Samstundis sum at tað kriblar í búkinum av spenningi, tá ið man hugsar um persónin, so er tað eisini strævið, tá ið man ikki veit um hin persónurin eisini er forelskaður. So tí skilji eg væl, at tú vilt vita, um gentan hevur kenslur fyri tær.
Tað er ringt at siga, um gentan er forelskað í tær. Tú sigur, at tú hevur varhugan av, at gentuni dámar teg. So, tað sum tað snýr seg um nú, er at finna útav, hvørjar kenslur hon hevur fyri tær, sum tú eisini sjálvur sigur, um hon dámar teg, ella um hon er meira áhugað enn tað. Spurningurin er hvussu tú skalt fáa tað at vita?
Ein møguleiki hevði verið at sent henni ein sms. Tú kundi byrjað spakuliga, t.d. bara við at spyrja, hvussu hon hevur tað. Tað fær hana í øllum førum til at uppdaga, at tú gongur runt og hugsar um hana. Um tit so fáa gongd á smsingina, og tú følir teg meira sikran, og tú kanska heldur at hon er nokko áhugað í tær, so kundi tú roynt at fingið hana upp á tveymanshond. T.d. kundi tú kanska spurt hana um hon hevur hug at koma at heim til tín at hyggja eftir einum filmi? Um tit eru tvey, so er tað lættari hjá tær at koma tætt uppá hana, og finna útav, um hon er forelskað í tær. Tú kanst eisini bjóða henni í biograf, um tú torir tað? Tað er sum so eingin skeivur máti at spyrja uppá. Tað er sjálvandi ein kjansur fyri at hon sigur, at hon ikki er forelskað, men so hevur tú í øllum førum funnið útav tí.
Tú kanst eisini gera tað øvugta, og fortelja henni, hvussu tú hevur tað. So kann hon fortelja tær, hvussu hon hevur tað við tær.
Hopi, at tú fært brúkt hetta uppskotið til nakað. Um ikki, so ert tú meira enn vælkomin at skriva aftur til okkara.
Vinarliga og góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin