eg eri bangin.. og eg eri um at bresta skjótt!!

Spurningur: Heyhey, hetta er fyrstu ferð eg eri inni á hesari heimasíðini, eg minnist hana frá tá ið eg gekk í 8 flokki, tað vóru onkur fólk í skúlanum hjá mær og tosaðu um hesa heimasíðuna:) tí helt eg at eg nú vildi royna hana og vit um tað fer at hjálpa mær!:) -Men ja eg eri ein 17 ára gomul genta, eg flutti út frá mínum foreldrum tá ið eg var ferdig í 9 fl og tá var eg 15 ár tá ið eg flutti í ein íbúð í havn, har eg gekk i skúla. (so tað vil sig at eg eri ikki frá havn). Men tað eg eri kedd og havi problemir um er tað at tá ið eg var 5-6 ára gomul var eg oftani og vitjaði sysknabarn mitt tað er ein drongur og hann er 6 ár eldri enn eg. tað er soleiðis at eg skuldi altíð fleyga honum, ella mussa hann(við tunguni). men vit vóru ongan ti í song saman(ikki sum eg minnist). eg var jú bara 5-6 ára gomul men hetta minni situr fast i høvdinum hjá mær. Hetta problemi er kanska ikki so ræðuligt , men tað er tað hjá mær nú. Men tað hevur ikki ávirkar meg nakað serligt, men nú eg eri blivin eldri pínur tað meg orduligani. eg stoyti fólk frá mær og eg snakki ikki við mínar venindur um nakað. táið vit einaferð sita og snakka um problemir so spyrja tær men um eg ikki havi nakað at siga ella sum eg eri kedd av. og har td sigi eg nei og smílist. eg hevði ein fitt ”sjeik”,veit ikki um eg skal siga sjeik, men hann var næstan mín sjeikur, sum var virkuliga, virkuliga góður við meg, har eg oyðilegið alt fyri okkum. eg stoytti hann vekk frá mær! eg tímdi ikki at vera sjálv við honum, tí tað tordi eg ikki, tí eg kom at hugsa um mín barndóm.. og eg bleiv við at stoytan vekk frá mær og til endans tímdi hann ikki at blíva við, so hann gavst við mær… Hann hevur nú fingið damu og tað sárar meg ræðuligani at eg fór so illani við honum og tað at hevði skula sagt honum frá hesari hending fyrr í lívið mínum, so hevði hann nokk forstaði hvi eg stoytti hann vekk. Ein dagin var eg og vitjaði ein venindur hjá mær, og tá fortaldi eg henni um hesa hending og hon var kedd av at eg ikki hevði sagt nakad fyrr. og sigur at eg burdi fortalt mínum foreldrum tað, men har sigi eg stop!! eg sig einki við míni foreldur, eg føli ikki at eg kann snakki við teg, tí eg orki tey ikki. (men tað er jú vanligt í mínum aldri). Venindan hjá mær hevur bjóða sær at hjálp mær við at fari til ein psykolog, men eg tori simpulthen ikki. eg føli meg bíttan at fara. haldi eisini at av tí at eg havi haft hetta so leingið inni í mær er tí at eg føli meg bíttan at fara til fólk og fotelja um hetta… eg vil GJARNA hava hjálp við hesum. og -Eg eri eisini beingin fyri at eg aldrin fari at tora at hava ein sjeik og lata hann koma at kenna me orduligani, tað er tað eg eri mest beingin fyri. Eg hopi tað at eg kann fáa nøkur rá frá tykkum! uttan at fara til foreldrini.! tí eg eri ikki ein sórin sum snakki um sóti við míni foreldur. og eg havi onga systur íð kann hjálåa mær við hesum. tí søkji eg hjálp hjá tykkum Halda tit at eg skal fara til psykolog? eg havi virkuligani brúk fyri at snakki við onkran. tí eg eri beingin fyri at ein dagur kemur har eg bresti, tí eg havi so nógv inni í mær sum sára meg. eg havi tað pent sagt av H****** til.. eg hopi at fái skjótt svar tí eg eri um at bresta!!!  

Góða tú, ið ert um at bresta!
Tað at tú ert um at bresta, er tekin um, at tú hevur stóran tørv á at fáa sett orð á, hvat hendi og hvat tað hevur gjørt við teg og tínar kenslur. Tú dugir sera væl at greiða frá, hvussu tað hevur ávirkað teg, og hvat fyri stúranir, ið tú hevur, nú tú veitst, at tú hevur trupult við nærleika í tínum kærleikslívi. Tað er nakað, sum hendir ofta fyri fólk, ið hava verið fyri kynsligum ágangi sum børn, og tí er tað sera umráðandi, at tú søkir tær hjálp nú, jú fyrr jú betur. Tínir spurningar og tað,sum tú greiðir frá, er als ikki býtt at seta orð á. Tey fólk, ið viðgera børn og ung, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, eru von við at hoyra líknandi útsagnir, so tað skalt tú ikki stúra fyri.

Tá tú ert 17 ár, kanst tú venda tær til barnaverndartænastuna í tínum øki og greiða tínum málsviðgera frá, hvat er hent og at tú hevur brúk fyri at fáa samrøður við ein viðgera, ið kann hjálpa tær. Tað kann vera ein sálarfrøðingur ella annar serfrøðingur innan viðgerð av kynsligum ágangi. Um tú ikki vilt hava, at tíni foreldur fáa at vita, hvat tað snýr seg um, kanst tú siga tað við málsviðgeran. Tá talan er um kynsligan ágang, verður nærmasta familjan ikki altíð kunnað um alt, netupp tí, at kynsligi ágangurin er framdur av einum av tínum nærmastu, í hesum føri títt systkinabarn. Tað besta vildi verið at hann eisini hevði fingið fingið viðgerð, hóast hann nú er blivin ein vaksin maður og ikki er undir barnavernd meira. Tað at hann hevur havt ein kynsliga skemmandi atburð tá, kann merkja, at hann enn hevur tað, og tað er rættiliga álvarsligt, um hann eisini ger seg kynsliga inn á børn í dag. Kynsligur ágangur móti børnum skal steðgast í so stóran mun sum gjørligt og tað gerst m.a. við, at tann, sum ger tað, verður steðgaður. Tað verður gjørt, tá børn verða vard ímóti tí, bæði við at gerast betri at seta mørk, at hava vaksin hjá sær, ið verja ein og tá boðað verður frá til myndugleikarnar.

Men aftur til tín, tí hetta snýr seg um, hvussu tú fært bestu hjálp sum til ber. Tú kanst venda tær til barnaverndartænastuna, har tú kanst fáa ókeypis ráðgeving og hjálp, tí tú ert undir 18 ár og tey saman við tínum foreldrum hava ábyrgd av tínum trivnaði. Ein annar møguleiki er, at tú sjálv søkir tær sálarfrøðiliga hjálp ella aðra hjálp, t.d. frá viðgerum innan kynsligan ágang. Tann hjálpin, ið tú søkir tær uttanum barnaverndina kostar í flestu førum. Far inn á www.bvs.fo og kanna, hvørja hjálp, ið tú hevur rætt til at fáa. Tú kanst altíð kjatta við ein ráðgeva  á Barnabati.fo Tað kann vera okkurt,ið tú vilt hava svar uppá beinanvegin, og tá er gott at kjatta , ella kanst tú ringja og tosa við ein ráðgeva.  

Blíðar heilsur  
Tú & Eg Ráðgevingin