Delfinin

Spurningur: Hey brævkassi Hvørja ferð eg skal seta orð á mínar kenslur, tankar og trupulleikar, stegði eg at skriva, tí at eg haldi tað ljóðar fjákut og føli at eg avdúki meg sjálva. 
Teir seinastu dagarnar havi eg gingið og hugsað um at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina, men eg tori ikki heilt. Eg eri bangin fyri, at eg kanska kenni persónin, ið tekur telefonina ella at tann persónurin kennir meg. 
Presentera persónarnir seg sjálvan, tá teir taka telefonina?
Gjøgnum allan mín uppvøkstur havi eg verið elskað av familjuni. Faktisk havi eg kent til so nógvan kærleika, at eg ongantíð havi følt trongd til at fáa mær ein sjeik. Hinvegin havi eg eina vinkonu, ið altíð er forlovað. Vinkonan er forlovað so ofta sum eg skifti hosur.
Er tað hinvegin normalt at ein 16 ára gomul genta ongantíð hevur verið forlovað? At ein 16 ára gomul genta ongantíð hevur fríggjað? At ein 16 ára gomul genta ongantíð hevur havt samlegu?
Hinvegin eru tað fleiri dreingir gjøgnum tíðirnar, ið hava gjørt vart við, at teimum dámar meg, men eg havi bara ikki havt hug. So skjótt sum eg fái eitt gott eyga á ein drong, byrji eg at síggja allar hansara feilir. Eri eg ‘perfektionist’? 
Eg vóni, at tit kunnu svara mær skjótast gjørligt, tí eg eri eisini sera bráð.

Góða Delfinin!
Túsund takk fyri eitt sera vælorðað og vælskrivað bræv.

Fyrsti Viðkomandi, sum tekur telefonina sigur ikki, hvør hann ella hon er, tað er mannagongdin. Vit eru anonym, júst sum tú ert. Eg veit væl, at Føroyar er eitt lítið land, og at tú kanska er bangin fyri at kenna tann, sum tekur telefonina. Eg haldi tó ikki at tú skalt halda teg aftur fyri tað. Um tú ringir, og heldur teg kenna røddina aftur, so kanst tú spyrja um tú kanst tosa við ein annan ráðgeva, ella tú kanst leggja rørið á.
Eitt skalt tú vita, og tað er, at vit sum eru ráðgevarar, hava øll skrivað undir uppá, at vit hava tagnarskyldu. So óansæð um tú kennir tann sum tekur telefonina ella ikki, so kanst tú vera trygg við at viðkomandi ikki fer víðari við tí sum tú fortelur. Um tað til dømis er gumma tín, sum tekur telefonina í ráðgevingini, so kann hon ikki á nakran hátt fara at tosa við teg um somu viðurskifti seinni, t.d. í einum føðingardegi, tí so brýtur hon tagnarskylduna.

Og so til næsta spurning…..
Ja, tað er heilt vanligt ikki at vera forlovað og ikki at hava havt samlegu, tá ið ein er 16 ár. Tað er sera ymiskt, hvussu gamlar gentur eru, tá tær verða forlovaðar fyrstu ferð. Tað sum er umráðandi er, at tú lurtar eftir tínum kroppi og tínum hjarta – og bíðar til tú møtir tí rætta. Tí um tú møtir einum, sum tú veruliga vilt vera saman við, so merkir tú tað eisini.

Tú skrivar eisini, at tú ofta sært feilirnar í dreingum, og kanska er ein perfektionist. Tann parturin av tær ella tann innara røddin, sum sær feilirnar, skal tú uppfata sum ein góðan vin ella sum tín egna ráðgeva – summi kalla tað intuitión. Tað er ein partur av tær, sum vil ansa eftir tær, til tú hevur funnið rætta sjeikin. Tað er eisini tann parturin av tær, sum ivaleyst einaferð fer at fortelja tær, at nú kanst tú slappa av, og njóta at hava samlegu – at tú ikki nýtist stúra og ikki vera bangin, um at okkurt skal henda. So tað er gott at tú lurtar eftir tíni innaru ‘rødd’, og at tú ikki ger nakað, sum tú ikki hevur hug til.

Kanska tú heldur teg vera “uttanfyri”, tí tú ikki hevur sjeik – men tú kanst eisini hugsa so, at teir dreingirnir, sum hava áhuga í tær, kanska júst hava áhuga, tí teir vita, at tú ikki er ein, sum skiftir drong í heilum.

Góða eydnu við øllum – og til allarsíðst …um tú verður 20 ár og ikki hava havt sjeik…..so ert tú eisini normal 🙂

Tú & Eg Ráðgevingin