Áneeej

Spurningur: Heey.. Eg hugdi inná telduna ein dagin. Har sá eg at onkur hevði verið  inni á fleiri porno heimasíðum. Eg rokni heilt sikkurt við tað er pápi mín. Eg føldi meg virkuliga illa. Hvat skal eg gera? Skal eg siga tað við mammu ella tað tori eg ikki!! Hvat skal eg gera?

Hey “Áneeej”
Ja tað eru nøkur ting sum eru meira flóvislig enn onnur, og tað at foreldrini hyggja at porno kann vera rættiliga flóvisligt, men hinvegin so er tað eisini rættiliga vanligt.
Eg kundi hugsa mær at spurt teg hví tú ikki torir at siga tað við foreldrini. Er tað tí tú hevur verið inni á ein part av telduni, sum tú ikki átti, ella er tað meira tí tú heldur tað er flóvisligt at tey hyggja eftir porno?Eg kann gott ímynda mær hvussu tað er at skulla siga við tey at tú hevur sæð at tey hyggja eftir porno, men heldur tú ikki sjálv at tey vilja vita at tey skullu sletta síðurnar tá tey hava hugt? Tey eru kanska ikki so køn í teldum at tey vita at tú kanst sýggja hvat tey hava hugt eftir.
Hevur tú systkin ella kunnu tað vera onnur, ið hava verið á telduni og hugt eftir porno? Um so er hevði eg ikki ivast at sagt tað við foreldrini.
Nógv vaksin fólk hyggja eftir porno og tað kann verða ringt hjá ungum børnum at skilja, men eg rokni ikki við at foreldrini hjá tær hava hugsa um at tú dugdi at finna tað sum tey hava hugt eftir og tí haldi eg tað hevði verið eitt hugskot at sagt teimum tað.
Um tú ert sikkur í at tað er pápi tín, hevði eg valt at sagt tað við hann.
Um tú ikki torir at siga tað, mást tú bara góðtaka at tey hyggja eftir porno, og so samstundis minnast til at tað er tað nógv vaksin fólk, ið gera tað sama.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin