Parlag

Spurningur: Hey. Eg og sjeikurin hjá mær (26) fáa skjótt okkara fyrsta barn.. Vit eru øgiliga spent, men fyri tíðina virkar tað sum um alt er um at ganga niður eftir bakka.. Vit klandrast øgiliga illa.. Vit eru meira óeinig um alt enn nakra tíð fyrr… Eg føli ikki at hann gevur mær nóg nógv av sínari tíð – hann arb 8-16 og arbeiðir øgiliga nógv yvir.. Tá ið vit hava eina avtalu um okkurt kvøld sum skal  vera okkara kvøld so endar tað næstan altid við at onkur vinmaður ringir og spyr um hann timur út – og so torur hann ikki at siga at hann hevur eina avtalu við mær. Føli meg ræduliga setta til sídis.. Og tá vit skeldast um hetta, so rópar hann eftir mær – eg sigi hann skal snakka pent , men hann dugir ikki.. Og so endar tad við at BÆÐI bara rópa. Eg sigi sovorið sum at eg ikki kann stóla uppá hann tí hann ikki heldur avtalir, og hann sigur eg segdi við … at eg skuldi snakka við teg adrenn, so sigi eg men tu forsvarer meg ikki og sigur tu hevur eina avtalu við damuna, og so tegir hann bara.. Og ofta sigur hann at hann verdur heima td kl 21, men so er hann ikki heima fyrren kl 1-2, ig sigur ikki frá – og tað ger meg so svaka tá tað hendir umaftur og umaftur!! Serligt nu vit skulu verda foreldur og eg vil gjarna kunna rokna við hann.. Kanska er hann ikki klárur – hann virkar øgiliga spentur og áhugaður í graviditetin (sum var planlagdur) men annars haldi eg at alt gongur bara mega illa við forholdið hjá okkum, kommunikatiónina, osv :( hevði gjørt meg øgiliga glaða um tit høvdu kunnað givið meg okkurtonkur ráð – annars frygti eg fyri hvat kann blíva av okkum.. :'( eg eri ordiliga góð við hann og elski hann.. Men tað gongur illa.. Takk fyri.

Góða unga genta.
Tillukku við graviditetinum, spennandi 😉
ja tað kann vera sera trupult at samskifta i parlagnum .! tað tykist fyri mær sum hann ikki heilt hevur gjørt sær greitt hvussu hann skalkann brúka sína tíð – deila sína tíð millum teg,arb og vinir. Hetta er ein avbjóðing sum eg haldi tit noyðast at tosa saman um, og best er at gera tað eina løtu tá tit eru væl og alt er gott millum tykkum. Tit vera sum tú sjálv sigur skjótt ein lítil familja og eitt lítið barn hevur brúk fyri bæði mammu og pápa sínum – og allar best er um tit hava tað gott. Eitt sum altíð er gott tá man skal tosa um okkurt sum kann vera trupult ,er at siga hvat tú ynskir og hvat tær leingist eftir  . : t d  kann tú siga við hann tá hann fer út til vinirnar um kvøldið  : ”  eg hevði ynskt at tú kom heim tíðliga i kvøld . ”  og : ” eg leingist eftir at vit bæði hava meiri tíð saman – hevði ynskt at vit gera okkurt i kvøld ” …o s fr
Tað sum hetta slag av samskifti settir fokus á er tað positiva sum er millum tykkum, tað er TAÐ sum tær leingsit eftir – og eg vanti at honum fer at dáma at hoyra  tað.
Kanska  honum eisini leingsit eftir tær.:)
Kann vera at hann skal venja seg við at ” tora ” at velja teg og barni framum vinirnar . ( ofta eru ungir menn uppá ein máta bangnir fyri at missa sínar vinir ,tá teir fáa familju   – hetta er oftast órealistiskur ótti , tí flestu vinarløg vaksa tá vit bliva eldri og fáa familju. Og so er týdningarmikið at minnast til at siga hvørjum øðrum hvussu góð tit eru við hvønn annan.:)
Hopi tú kann brúka hetta – serliga tað við at siga hvat tú ynskir og hvat tær leingist eftir .
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin