Graviditetur

Spurningur: Eg havi ein sjeik, sum er júst blivin 21 ár. Eg eri sjálv 18 år. Vit hava verið saman i 2 ár og 4 mánaðir og fyri einum ári siðan fortaldi hann mær at hann vildi fegin blíva pápi. Eg havi hugsa nógv um tað og eg vil fegin sjálv blíva mamma. Men mamma mín dámar mín sjeik als ikki. Eg havi ein pstav, men havi hugsa um at fjerna hann, men eg ivist alla tið eitt sindur. Eg ivist, tíð eg føli meg enn eitt smábarn, tá eg skal tosa við mammu um at blíva mamma. Eg vil hetta so gjarna, men hvussu finni eg 100% útav um eg vil hetta nú ella um nøkur ár, ella um nakrar mánaðir?

Góða genta 18 ár,
Tú og sjeikurin hugsa um at gerast foreldur. Tað er ein stór ábyrgd at fáa eitt barn og broytir tykkara lív totalt, so har eru fleiri spurningar.  Kunnu tit forsyrgja tykkum sjálvi,  hava tit egnan bústað,  hava tit útbúgving,  so tað ber til at fáa annað enn ófaklært arbeiði. Hava tit lívs royndir, og eru tit nóg búgvin at uppala næsta ættarlið longu nú.
Eg vildi mælt frá,  Njóti heldur tykkara ungdóm,  fá tær eina góða útbúgving,  lær nakað um verðina og samfelagið  og blív meira búgvin og lat nøkur ár fara, so eru tit eisini meira vís í at tykkara forhold er varandi og kann klára at gerast ein familja við ábyrgd av børnum.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin