Den lille pige

Spurningur: Hey tit. Eg havið eitt lítið problem, ella faktiskt stórt. Eg havið skori í meg fyrr, men gavst fyri einum hálvum árið síðan, tá eg flutti til dk. Var so glað enduliga sloppin av við tað.Tað var orduliga ein lættilsi. Men so flutti eg uppaftir til fo. Alt var fínt, sum so.. Men so nú, eru eg og mín besta vinkona ikki sum fyrr, alt er forandra millin okkum. Snakka ikki líka nógv saman, og eru heldur ikki nógv saman, onki er sum fyrr. Havi eisini problemur í skúlanum, págrund av at eg ikki dugi so gott meira. Eg var góð til alt í skúlanum fyrr, fyri 3 árum síðan, men so hendið nakað ræðuligt í familjuni, sum gørdi at eg bara fór so langt niður. Eg havi eisini problemir við at fólk ikki kunnu acceptera meg sum eg eri. Óansæð hvat eg gerði ella sigið, so er tað forkert. Følist ikki eingong sum mín bestavinkona er ein røtt vinkona fyri meg.. Eg royni at vera opin og erlig mótur henni, fortelji henni um míni problemur osv. men eg fái ikki nakað aftur. T.d segði eg einaferð, við hana, at eg ikki tímdi at liva meira, at eg sá onga grund til tað, og svarið eg fekk var: soso. Er hon ein røtt vinkona fyri meg? Yvist so mega nógv, eri bara for góð við hana, til at lata hana fara. Hon er sum so eisini tann einasta vinkonan eg havi. Eingin annar líkasum, vil vera saman við mær. Eg haldi meg nógv fyri meg sjálva, eri ikki ofta úti.Í skúlanum siti eg fyri meg sjálva, men løgið nokk fylgi eg ikki við, eg siti bara í mínari heilt egnu verð. Tá eg eri heima geri eg ikki so nógv annað enn at lurta eftur deprimerandi musikki. Menja, aftur til tann partin har tað handlar um at skera í seg. Eg byrjaði tíverri aftur í gjár.. Fyrstu ferð í hálvt ár. Armurin hjá mær sær ræðuligt út, tað er orduliga ekstremt. Men tað var líkasum, eg var so langt niðri og so knappliga var tað sum okkurt tók yvur meg, og eg var bara vekk, og so aftaná, hugdi eg á mín arm, og hugsi: hvat sker? hví gørdi eg hattar?. Tað er ikki langt frá at eg eri bangin av mær sjálvari.. Eg eri so deprimera at eg ikki klári at stýra mær meira. Eg eri so bangin. Hvat um hatta hendur einaferð afturat? Eri eg so sterk nokk til at halda ímótur, ella veik nokk til at fylgja við? Tað er sum ein partur av mær bara vil vekk frá øllum, fáa frið fyri einaferðs skyld. Meðan hin parturin sigur at eg ikki skal, tí tað kann eg ikki vera bekent at gera mótur familjuni. Tá eg skarð í meg í gjár, skar eg einaferð fyri hvørja grund eg hevði til ikki at liva. og hin armin fyri hvørja grund eg hevði til at liva. Armin fyri ikki at liva har eru 90 sár, og hinum arminum var eitt sár, og tað var fyri familjuna. Men eg og familjan eru ikki tætt knytt ella nakað, hava problemur av ringasta slag. Men tá alt kemur til alt, so klára vit tað gott, og eg eri sum so glað fyri mína familju. Eg drekki, roykji, eg eri ikki nakað einglabarn. Men ja, hopi tit kunna hjálpa mær eitt sindur við at siga hvat eg skal gera. Havið prøva psykolog, men hjálpur onki! Fái tað bara verri við meg sjálva hvørja ferð eg havið verði har : EG FØLI IKKI TAÐ ER PLÁSS TIL EINA SUM MEG Í VERÐUNI!! takk fyri(:

Hey hey!  
Takk fyri brævið! Tað er rættiliga gott, at tú soleiðis setur orð á, hvussu tú hevur tað. Nú hevur tú tikið eitt stig rætta vegin.
Tú ert í einum stað í tínum lívi, har tær tørvar hjálp. Tað er gott, at tú ert glað fyri tína familju hóast tit, sum tú sigur hava trupulleikar. Tínir trupulleikar eru ikki nýggir, og tí rokni eg við, at tú langt síðan hevur roynt at biðja um hjálp frá tínum nærmastu, antin beinleiðis ella óbeinleiðis. Eg veit ikki, um tey kunnu hjálpa tær, av tí at tey hava stórar trupulleikar at dragast við sjálvi.

Tá ið tú skrivar, at tað hendi nakað ræðuligt í familjuni, fyri trimum árum síðani, so er tað ikki vist, at tey heldur hava yvirskot at hjálpa tær. Um tú ikki heldur, at tey kunnu hjálpa tær, so er umráðandi, at onkur annar vaksin, ið tekur teg í álvara, kann hjálpa tær at venda tínum negativu tankum um teg sjálva, soleiðis at tú kanst fáa amboð at hugsa øðrvísi og broyta atburðin, so at tú klárar at steðga tær sjálvari í t.d. at skera teg. Tað ræðuliga, sum hendi í familjuni,  fer at blíva við at níva teg og tykkum, um tit ikki fáa tosað og viðgjørt allar tær kenslurnar, ið tit sita við. Tað kann vera, at tit kunnu fáa hjálp uttanífrá, antin at tosa saman ella at tit hvør sær fáa hjálp. Tú hevur ikki ábyrgd av trivnaðinum hjá familjuni, men av at søkja tær hjálp, um tíni foreldur ikki gera tað. Um tað ikki hjálpti hjá tær at tosa við sálarfrøðing tá, kann tað allíkavæl hjálpa tær nú, um tú roynir aftur. Tað eru eisini aðrir viðgerar, ið kunnu hjálpa tær.

Vinkonan og tú kunnu kanska finna saman aftur, um tit finna fram til tað, sum tykkum dámdu at gera saman fyrr. Kanska er hon bangin um teg, og veit ikki, hvussu hon skal vera saman við tær, tá tú tosar við hana um tínar tankar. Vinkonur eiga at kunna bera byrðar hjá hvørjum øðrum, men so tungar byrðar eigur tú heldur at lata vaksin, sum kunnu hjálpa tær, bera saman við tær. Tá tú ert 16 ár og helst gongur í skúla, kann heilsusysturin hjálpa tær. Á nøkrum skúlum eru tær á skúlanum ávísar dagar og aðra staðni kann ein ringja, um tørvur er á tí. Tað er ikki altíð lætt at søkja sær hjálp, men eg vóni, at tú finnur styrki at leita tær hjálp. Tú ert eisini vælkomin at kjatta ella ringja til okkara

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin