Sjálvmorð

Spurningur: Eg orki ikki at liva meira, eg havi onki at liva fyri. Ongin elskar meg. Tann einasta grundin til at eg ikki havi gjørt sjálvmord, er tí at eg veit hvussu tad følist at missa ein nær. Og eg havi sakt tad, men onki verdur gjørt, og eg siti bara her og royni at halda meg vekk frá pínutablettinum. Eg veit ikki hvat eg skal gera?eg eri so depramera.

Góða Genta
Tú sigur at tú einki hevur at liva fyri og at tú ert deprimera. Tá ið ein líður av tunglyndi (er deprimera) kann alt tykjast tungt, trist og einki vert. Men tunglyndi ella deprisión nýtist ikki at verða har altíð. Tað finnist góð hjálp at heinta. Ofta er tað sera góð hjálp, at hava onkran at tosa við um øll síni viðurskifti. Um man hevur onkran sum vil tosa og ikki minst lurta eftir øllum tí ein hevur uppá hjarta, so kann verðin opna seg aftur, og man far hug til at vitja vinfólk ella vitja familju, ella gera okkurt sum ein dámar væl.
Um tað ikki eydnast at koma víðari við at tosa, so hava læknar eisini møguleikan at geva heilivág, ið ger at ein fær tað lættari, men hetta krevur at man vitjar sín kommunulækna og greiður frá um sína støðu.
Um tú vilt tosa við okkum kanst tú ringja 116 111 so kunnu vit tosa og bara tosa um alt møguligt sum tú hevur hug til. Tú nevnir at tú veit hvussu tað er at missa ein ið stendur nær. Eg kann ímynda mær, at tað hevði verið gott at tosa um henda persónin ið tú hevur mist. Um tað er sorg ið nívir, so er hjálp at heinta hjá Beranum.Tey eru sera dugnaligt at tosa við børn og ung ið hava mist onkran.
Tú ert vælkomin at skriva ella ringja til okkum
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin