Ræðist vatn

Spurningur: Hey, eg veit ikki um hendan heimasíðan er just tann rætta heimasíðan at skriva til um hetta evnið. Trupulleikin er tann, at eg havi vatnskrekk. Eg var i einum svimjihyli i havn fyri nøkrum árum síðani, tað var uml 3-4 m djúpt og tá mundi eg drukna.. Síðan tá havi eg ikki svomið ella fari i nakran svimjihyl. Eg bleiv nominera i fjør um at loypa i sjógv innan 24 tímar, og eg var ordiliga við uppá tað, men tá eg kom til tann partin at eg skuldi gera tað, so komu allir sansirnir, forskrekkilsi og alt.. Hvat nú um eg drukni? Hvat um eg svimji i havinum? Eg prøvaði at fara oman gjøgnum ein stiga i havi, men tá helvtin av kroppinum var undir tá for eg i panikk og chokk og alt, so tað bleiv ikki gjørt. Og nú havi eg meira skrekk fyri vatni. Eg ró i fjør og tá hevði eg ikki skrekk av nøkrum slag, men tá eg føli at eg eri um at detta í havið ella okkurt, so ristist eg i fleiri tímar og fái marruna og alt.. Eg vil gjarna fáa hjálp uppá onkran máta, tí eg havi hugsa um at arbeitt umborð a Norrøna, men eg tori ikki taka trygdarskeið. Eg vil tosa við ein psykolog ella onkran sum kann hjálpa mær við at sleppa av við hetta skrekki i havinum og i hyljum. Kenna tit nakran ella vita tit um nakað i Føroyum sum kann hjálpa? Ps. Eg tori heldur ikki til Suðriar, Ísland ella Danmark við skipið longur. Dreymurin er at arbeiða umborð å Norrøna. Plzz hjálpi mær!:(

Góða genta.
Tú ert vælkomin at skriva inn til okkara við einum hvørjum trupuleika ella spurningi. Vit eru her til tað sama og ynskja at hjálpa.
Tað ljóðar sum tú hevur havt eina traumatiska uppliving í svimjihylinum í Havn fyri nøkrum árum síðani, og hetta hevur gjørt, at tú nú ikki torir í vatn. Tá ein upplivir eina vandamikla støðu, ið hóttir tilveruna hjá einum, sum tað tú hevur verið úti fyri jú ger, so kann hetta lagra seg sum eina traumatiska hending, sum sinni og kroppurin minnist.
Hetta kann fáa avleiðingar, so at tá ein aftur nærkast tí støðuni ella bert eini støðu, ið kanska líkist hinari, so reagerar kroppurin við at fyrireika seg til nakað, ið hann heldur er vandamiki. Hetta er tað, ið hendir, tá tú skalt í vatn: tú gerst bangin, tínir tankar byrja at koyra í høvdinum, tú ristist, fær hjartabankan og marruna. Orsøkin til, at kroppurin reagerer soleiðis er tí hendan hendingin hevur gjørt, at kroppurin minnist hana sum vandamikla og hann vil fegin ávara teg um, at tú ert í vanda. Hetta er sera hent, um ein veruliga er í vanda og ein hættur hjá menniskjanum at yvirliva uppá, men tá óttin byrjar at fáa vald á einum og tá hann spreiðir seg til støður, ið als ikki eru vandamiklar, so forðar tað fyri, at ein kann gera tey tingini, ið ein ynskir, sum t.d., tá tú bleiv tilnevnd at loypa á sjógv ella sum nú, tá óttin forðar fyri, at tú kanst útliva dreym tín um at arbeiða umborð á Nørruni.
Hetta er sjálvsagt keðiligt, men tað er óført, at tú ynskir at gera nakað við tað, tí tað ber til at koma av við slíkan ótta. Ein sálarfrøðingur, ið hevur sera góðar royndir innan arbeiði við ótta og sum eg hugsi kundi hjálpt tær, er Kristian Eli Andersen. Hann er lærdur innan metakognitiva terapi, ið hevur víst seg at vera virkin til viðgerð av ótta. Tú kanst lesa meira um hvussu hann arbeiðir her: a “http:metakognitiv.fosoleidis-arbeidi-eg”>http:metakognitiv.fosoleidis-arbeidi-ega> .
Metir tú, at hetta er nakað fyri teg og ynskir tú eina tíð, kanst tú ringja á tlf. 218285. Er hetta ikki nakað fyri teg, so finnir tú eisini aðrar sálarfrøðingar á a “http:www.psykologstodin.comcontact.html”>http:www.psykologstodin.comcontact.htmla> .
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.