Alkohol

Spurningur: Hey Eg eri ein genta á 15 ár, eg eri onkuntíð úti við vinfólki. Sum nú á Ólavsøku, eg havi drukkið og fingið kenning, men dagin eftir liggi eg somræðuliga bangin og hugsi um hetta fer at ávirka mín heila, og um hvatmsker. Eg ætlaði bara at spyrja um tað er so farligt, um heilakyknurnarmdoyggja og um tað kann broytast so at eg verið “óklókari” um man kannmsiga tað soleiðis?

Góða genta
Tú spyrt um alkohol nýtslu.  Eg vil beinanvegin siga, at tú als ikki eigur at drekka nakað við alkohol í,  tú ert ov ung. Gransking hevur vist at eitt ungt likam verður meira ávirkað av alkoholi enn tá menniskja er fult búgvið.   Tað negativa árinið er størri tess meira kroppurin veksur og búnast,  tað er orsøkin til at barnakonur ikki mugu drekka nakað alkoholisk, tí tað kann skaða fostrið.
Tey offisiellu ráðini vit halda okkum til eru frá danska heilsustýrinum , har verður alkohol bannað undir 16 ár,  og frárátt til ein er heilt útvaksin, hareftir má ein kvinna hægst fáa 7 eindir t.d. 7 øl7 gløs av víni um vikuna og ein maður 14 eindir um vikuna. Um ein drekkur til eina veitslu er maksimum íalt 4-5 gløs.
Alkohol er eitur, men samstundis eitt rúsevni.  Alkohol kemur allastaðni i kroppinum við blóðinum og kropsvætu annars.  Tað ávirkar tær flestur kyknur og serliga merkist árini á heilan og nervavævið,  tú fært kenning,  vit vita ikki hvar markið er til varandi skaða uppá heilan, helst er tað individuelt altso ymiskt uppá persón.  Vandin er størri tess hægri promillið (alk.konsentration) er i blóðinum,  hvussu leingi  tað er høgt og hvussu ofta ein drekkur so nógv.  Promillið verður hægst um ein er fastandi, matur leingir um alkohol upptøkuna i maganum, og ger kroppin betur fyri yvirhøvur at klára alkohol ávirkanina.
At enda vil eg ugga teg,  tað er heilt ósannlíkt at ein kenning vikur ímillum hevur skatt tín heila, men vandin er har, um tú hevði drukkið teg skít hvørt vikuskifti, sum summi ung gera. Tað má avgjørt fráráðast.  Har eru nógvir aðrir vandar,   men hvat við at gjørt bolka arbeiði i skúlanum um brúk av alkoholið ?      Sera viðkomandi  hjá teimum ungu.
Men aftur, lat heilt vera við at drekka, nú hevur tú roynt tað,  og vit kenna ikki niðara markið fyri at alkohol skaðar ein.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin