Love

Spurningur: Hvat skal man gera við tad at mamma min ik accepterar sjeikin hja mær sum er 23 ár eldri enn eg ? hon vil ik at eg siggji hann og hon hatar hann og vil drepa hann og sovorit tvatl -.- eg elski hann soo nogv og vit flyta av landinum ta eg veri 18 men intil tá ma eg faa hana til at lova mær at fara niðan har osv. ? :(

Góða genta 16
Av tí, at eg ikki kenni orsøkina til, at mammu tín ikki dámar sjeikin hjá tær, so er ringt at siga ítøkiliga hvat tú kanst gera í tíni støðu. Hetta kemst av, at hvat tú kanst gera, er tengt at hvør orsøkin er til at mamma tín ikki dámar sjeikin hjá tær.
Tó vil eg siga, at tað, at tú bert nevnir aldursmunin millum tykkum í tínum brævið ger, at eg hugsi, at kanska hetta er orsøkin til, at mamma tín ikki dámar hann. Um hetta er so, so er kanska ikki nógv, ið tú kanst gera, tí aldursmunurin fer ikki at broytast, men hetta kemur eisini ann uppá um mamma tín kennir sjeikin hjá tær ella ikki. Um hon ikki kennir hann, so kanska hon kundi blivið yvirraska av, at henni dámdi hann sum persón kortini. Støðan kann eisini vera ein onnur, har hon ikki skilur, hví ein maður um tey 40 árini ynskir at vera saman við eini gentu, ið er so nógv yngri enn hann, og tískil kann hon vera óttafull um, hvat hann fær burturúr við at vera saman við tær. Hetta er alt ting, ið tú kanst royna at práta við mammu tína um. Um tit práta saman, so er møguleiki fyri, at tit báðar kunnu síggja sjónarmiðið hjá hvørjari aðrari og kanska skilja hvørja aðra betri.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin