Desperatur drongur

Spurningur: Heey tit :)

Tað er ein genta sum gongur í mínum flokki sum eg havi hug á, men hvørja ferð hon klemmar, mussar, leiðir, ella situr við síðuna av onkrum øðrum dreingi, havi eg hug at knúsa tann dreingin sundur!
Er tað vanligt?

Hey góði “desperati drongur”
Tað, sum tú upplivir, kallast øvundsjúka, og tað er heilt vanligt, at vit eru øvundsjúk, um onkur hevur nakað, vit ynskja okkum.

Tú sigur, at tú hevur hug á eini gentu í tínum flokki, men tú sigur ikki nakað um, at hon veit av tí, ella at tit fjasast. Kenslurnar, tú hevur, eru púra vanligar, men tú ert noyddur at arbeiða við tær sjálvum og ikki gera nakað býtt. Tað loysir ongantíð nakran trupulleika at gera seg inn á ein annan, men tú kundi tosað við onkran um tær kenslurnar, tú hevur. Tosa við onkran vinmann ella vinkonu, tað kann loysa tína vreiði.

Men, sum áður sagt, so er einki óvanligt við tínum kenslum.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin