danskarin?!

Spurningur: Eg skilji ikki, at kærleiki bara kann fara avstað. Eg havi elskað so nógv fólk ígjøgnum tíðirnar, og nú hugsi fólk úr mínum gerandisdegi, sum ikki vóru mínir vinir beinleiðis, men t.d tá ið eg gekk í fólkaskúla, elskaði eg veruliga nakrar av mínum lærarum (hataði eisini nógvar, so eg eri ikki ein sovorðin, sum er meeeega hjartagóð). Nú eru so tvey ár liðin, síðani eg flutti niður. Fór úr 8.flokki og á ein eftirskúla, og nú gangi eg í student her, men eg hugsi altíð um, hvat tað er sum sker??? Tí nú føli eg ikki tað sama fyri teimum fólkunum nú, sum eg gjørdi tá ið tey vóru rundan um meg, men avlíkavæl sakni eg kensluna. Og tað er rættuliga ringt at hugsa, at um eg nú ikki elski tey meira, fari eg nokk heldur ikki at elska tey, sum eg elski nú, um nøkur ár… Eg haldi ikki, at eg elski mínar vinir. Veit hettar ljóðar løgið, men tað haldi eg ikki, at eg geri. Ofta tá ið vinir skiljast, um t.d tað eru tvær vinkonur, men so skal tann eina flyta ella okkur tílíkt, standa tær og gráta sum eg veit ikki hvat, men eg skilji aldrinn, hví tað er so? Sjálvandi leggi eg nakað í míni vinfólk, og eg eri góð við tey, men eg elski tey slett ikki, hví geri eg ikki tað?? tað virkar, sum mann eigur tað. Eg hugsi rættuliga nógv um slíkar spurningar, men eg veit ikki hvør kann hjálpa mær eitt sindur á kósina til svarið, so eg prøvaði hetta?! Vóni at fáa svar sum skjótast. Takk fyri!

Hey danskarin?!
Kærleikin er ikki lættur at skilja. Samspælið  millum fólk broytist ofta, og tað kann tykjast ringt at finna greiðu á, hvat er tað rætta. Tú hevur upplivað nógv hesi  tvey árini, ljóðar tað til. Tú hevur skift skúla, land og útbúgving, og tað kann hava gjørt sítt til, at tú ikki kennir tryggleikan, sum kanska krevst fyri at skapa eitt tættari samband við eitt annað menniskja. Sjálvt um tað ljóðar til, at tú hevur tað gott, og at tú trívist við tað sum tú gjørt, skal kanska eitt annað grundarlag til, fyri at tú kann finna tann kærleika tú sóknast eftir. Eitt slíkt grundarlag, sum tú hevði her í Føroyum. Onkur heldur kanska, at tú ert heppin – tí tú kanst brúka alla tína orku uppá skúlan og skúlating, heldur enn kærleikin, sum ofta kann taka nógva tíð. Tú mást vera opin fyri tí, sum tú kennir teg væl í, sum tú følir mennir teg og ger teg gleða.  Kanska ert tú eitt stað í lívinum, hvar tú leitar eftir hvør tú vilt vera. Tá tú hevur funnið tað, verður tú kanska opin fyri øðrum fólki  aftur.

Góða eydnu við kærleikanum!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin