Hey D…
Takk fyri brævið. Eg haldi ikki, man kann siga, at tað er nakað beinleiðis galið við tí, at ein 14 ára gomul genta og ein 20 ára gamal drongur ganga saman. Ein 6 ára aldursmunur er heldur einki at tosa um, tá fólk eru vaksin.
Men í hasum aldrinum er munurin stórur á persónunum. Ein 14 ára gomul genta er eitt barn, meðan ein 20 ára gamal maður er vaksin. Eisini skal nevnast, at tað er ólógligt hjá hesum báðum at fara í song saman, og at drongurin kann revsast fyri at fara í song við eini gentu sum er yngri enn 15 ár.
At vera 14 og at vera 20 eru heilt hvør sín heimur hjá teimum flestu. Ein 14 ára gomul genta hevur ikki kanska ikki hugsað um sjeikar og tílíkt so leingi, meðan ein 20 ára gamal drongur kanska hugsar um at flyta saman við sínari gentu, um kynslív og annað tílíkt, sum ein 14 ára gomul genta als ikki er klár til. Tá er spurningurin so, um maðurin kann bíða til gentan er vorðin meira búgvin um nøkur ár.
Eg vóni at hetta svarar tínum spurningi. Men um tú hevur fleiri spurningar, so ert tú altíð vælkomin at skriva aftur, ella at ringja til ráðgevingina á tlf. 116 111.
Tú & Eg Ráðgevingin