‘…..’

Spurningur: Hjálp . ! ! !
Sjeikurin hjá mær finnur ikki útav at fríggja……
Hvat skal eg gera . ?

Hey ‘…..’
Hatta er ein góður spurningur!
Tað er sera ymisk hvussu okkum dámar at mussast. Summi dáma best at brúka tunguna nógv, meðan onnur helst vilja mussast uttan. Summi vilja helst hava vátar, langar mussar, meðan onnur ikki dáma, at tað er ov vátt o.s.fr.
Tað allarbesta hevði verið, um tú kundi tosa við sjeikin hjá tær um, at tær ikki dámar hansara máta at mussast.
Kanska ert tú bangin fyri at siga okkurt, sum ger hann keddan, og tað er heldur ikki ráðiligt. Tí hevði verið gott, um tú royndi at leggja dent á tað, sum tær dámar – og ikki tosa so nógv um tað, sum tær ikki dámar.
T.d. kundi tú roynt at givið honum góð ráð meðan tit mussast.
Bið hann royna at gera ymiskt, t.d. mussa bleytari ella gera okkurt annað, sum tær dámar betri, enn tað, hann ger nú.
Ger hann so okkurt sum tær dámar, skalt tú minnast til at rósa honum og vísa at tær dámar tað, hann ger. Soleiðis verður hann vónandi meiri upptikin av, at gera tað tær dámar, heldur enn at halda at hann hevur gjørt nakað skeivt frammanundan.
Tú kanst eisini keypa ein pakka av nekarakyssum, sum tit kunnu eta í felag. So kanst tú vísa sjeikinum, við munninum og tunguni, tá tú etur nekarakyssið, hvussu tú kundi hugsa tær at verið mussaðJ
Vónandi fer hetta at rigga – um ikki, kanst tú altíð skriva aftur til okkara.
Tú kanst eisini lesa meir um at fríggja á www.sexlinien.dk

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin