…………..

Spurningur: Eg havi spekulerað uppá hvat man skal gera aftaná man hevur tosað við foreldrini um problemir….. hjá mær hendir einki hvat skal man gera aftaná tað???

Góða ………
Tú skrivar, at tú hugsar um, hvat tú skalt gera, tá einki hendir aftaná, at tú hevur tosað við foreldrini um tínar trupulleikar. Tað er óført at tú hevur roynt at taka tínar trupulleikar alvorligt og gera nakað við trupulleikarnar, og tá er tað ringt tá einki hendir víðari. Royn at tosa við foreldrini aftur ella far til onkran annan vaksnan, til dømis mostir tína ein góðan lærara ella onkran annan sum tú kennir væl. Tú kanst eisini biðja onkran av hesum persónunum hjálpa tær at tosa við foreldrini. Hvat tú annars kann gera, er eitt sindur torført at svara, tá tú ikki skrivar hvat tað snýr seg um ella hvat tú vilt hava skal henda. Um tað er ov torført at skriva um, hevði tað kanska verið eitt hugskot, at tú ringdi til Tú & Eg Ráðgevingina

Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin